Havnin í Esbjerg byggir út fyri 1 milliard

Nýggja atkomuhavnin hjá Norrønu í Esbjerg verður komandi tíggju árini bygd út fyri næstan eina milliard krónur. Tó verður einki nevnt um umstøður hjá ferðafólki Mongdirnar av góðsi verða minni komandi tíðina, men á trimum umráðandi økjum væntar havnin vøkstur komandi árini.

Serliga verður væntað stór øking í útflutninginum av vindmyllum, og er hetta viðvirkandi til at stjórnin fyri havnina vil í gongd við útbyggingina, hóast tað seinastu tíðina bert hevur gingið skeivan vegin.

Virkandi stjórin, Flemming Enevoldsen, sigur við Erhvervsbladet, at nýggja útbyggingarætlanin fyri 2009 til 2019 fer at innihalda íløgu í havnarlag, terminalar, og annað samferðslukervi fyri umleið eina milliard krónur.

Serliga væntar hann at øktar bíðirøðir á evropisku motorvegunum, hækking av vegskattinum í Týsklandi og onnur viðurskifti fara at geva teimum møguleika fyri øktum virksemi í framtíðini.

Í stóru útbyggingarætlanini verður tó einki nevnt um at betra umstøðurnar hjá ferðafólkum at koma til og frá havnini.