...tað eru vit fleiri, sum altíð hava vitað, og nú sær tað eisini út til, at tingfólkini so smátt eru farin at skilja tað.
Í hesum døgum slepst jú næstan ikki oman eftir Vaglinum, tístríðið streymurin av tinglimum, sum nú renna úr Tinginum og yvir í Býráðið, ger tað næstan ómøguligt at koma fram.
Hvat ætla øll hesi fólkini? Eg meini so við - tað er bara eitt ár síðani, at tey bønaðu og bóðu okkum um at velja tey, tí teymeiri enn nakað annað ynsktu sær at sleppa á ting.
Men nei, nú er tað knappliga ikki nóg gott longur. Nú vilja tey hava meiri.
Tað gleðiliga er, at um tey øll koma inn, kunnu vit gera stórarrationaliseringar, tí so kunnu tey bara halda ting- og býráðsfundir í senn. Manningin verður jú tann sama í báðum støðum.
Tað stuttliga er, hvussu tey nú kropp á kroppi kunngera, at tey øll ætla sær eftir borgarstjórasessinum. Tey tíma nógv betur, siga tey púra opinlýst, at bestemma alt í Havn, heldur enn at vera vanlig atkvøðuneyt uttan serliga ávirkan í Tinginum.
Men tað syrgiliga er, at hetta er eitt tekin um eina maktgreði, sum er gingin púra yvir gevind.
Tað syrgiliga er, at hetta valstríðið fyri ein stóran part vendirpúra øvugt, tí valevnini so opinlýst vilja yvirtaka trónuna eftir Heðin Mortensen - heldur enn at vilja gera nakað munagottfyri vanliga borgaran.
Tað syrgiliga er, at Havnin er í vanda fyri at gerast næsta spæliplássi hjá hesi longu røðini av politikarunum, sum ikki duga sær hógv. Sum siga eitt í dag og annað í morgin, og sum eyðsæð elska spenningin við valinum - men sum síðani skjótt missa áhugan fyri sjálvum arbeiðnum, tá valið er farið afturum. Tað síggja vit jú óteljandi dømi um í hesum døgum, nú tey stórt sæð nývald valfarta úr tinginum og oman í býráðið.
Tað líkist ongum, at okkara býráðsval er blivið meinlíkt eini plattari undirhalds x-factor kapping, har fyrstaplássið gevur kontrakt til borgarstjórasessin.
Býráðsvalið skal handla um borgararnar í Havn, og hvussu vit kunnu gera tað liviligari hjá fólkinum her. Tí skulu vit lata popp-politikararnar spæla sær í tinginum í frið - og heldur velja vanlig, men seriøs havnarfólk at umboða okkum í býráðnum.
Hetta vanvidið má steðgast. Tí stilli eg nú sjálvur upp.
Um tú vilt Havnini væl, velur tú Eigil Olsen á lista B. Ein vanligan havnarmann, sum hugsar um Havnina – ikki karrieruna.