Hagstova Føroya hevur fyri fyrstu ferð almannakunngjørt hagtalstilfar um kommunurnar í Føroyum. Á heimasíðuni hjá Hagstovuni eru rúgvumikil kommunufíggjarhagtøl innsavnað. Endamálið við innsavningini er at útvega borgarunum upplýsingar um føroysku kommunurnar, so borgararnir fáa møguleika at samanbera fíggjarstøðuna hjá ymisku kommununum kring landið. Hagtalstilfarið gevur eisini møguleika fyri at samanbera støðuna hjá føroyskum kommunum við kommunur í útlondum.
Á heimasíðuni eru hagtøl innsavnað yvir fleiri ymisk øki. Nevnast kann skúlaøkið, eldraøkið og barnaansing. Av Hagstovu Føroya siga tey, at neyðugt er at taka nøkur fyrivarni við at saman bera eldraøkið og barnaansingina í kommununum kring landið, meðan hagtølini fyri skúlaøkið eru lættari at samanbera.
Tað eru eisini júst hagtølini fyri skúlaøkið, sum er rættiliga áhugaverd. Hagtølini á skúlaøkinum í Føroyum geva eina greiða ábending um, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu høgt kommunurnar kring landið raðfesta skúlaøkið.
Havnin afturúr
Størsta kommunan í landinum, Tórshavnar kommuna, raðfestir, sambært hagtølunum, ikki skúlaøkið serliga høgt. Sammeta vit tær tríggjar størstu kommunurnar í landinum, Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Runavíkar kommunu, so vísa hagtølini greitt, at høvuðsstaðarkommunan er eftirbátur á skúlaøkinum. Havnin letur væl minni av peningi í miðal til hvønn fólkaskúlanæming í kommununi, enn bæði Klaksvík og Runavík gera.
Hagtølini vísa, at bæði í tíðarskeiðnum 1993-97 og 1998-2002 hevur størsta kommunan í landinum latið væl minni enn bæði Klaksvíkar- og Runavíkar kommuna í miðal fyri hvønn fólkaskúlanæming í kommununi.
Henda mynd er heldur óvæntað, tí tað er ein sannroynd, at høvuðsstaðarkommunan seinastu mongu árini hevur mest áhugaverd kommunan at seta búgv í. Flestu høgu størvini finna vit í Havn, og tað er eisini í høvuðsstaðnum, at størstu skattaintøkurnar eru. Nógv børn eru í kommununi, og tí kann tað tykjast løgið, at skúlaøkið ikki verður raðfest hægri.
Á aðrari av grafunum á síðuni sæst eisini, at Havnin er ikki bert afturúr sammett við Klaksvík og Runavík, men kommunan er eisini væl undir miðaltalinum yvir allar kommunurnar í landinum.
Her skal kortini leggjast afturat, at Hagstova Føroya staðfestir í niðurstøðu síni fyri skúlaøkið, at hagtølini vísa greitt, at størru kommunurnar hava lægri útreiðslur fyri hvønn næming enn smærri kommunurnar.
Orsøkin er stórdriftsfyrimunirnir, sum størri kommunurnar hava, sammett við tær smærru. Miðaltalið fyri landið skal tí setast í eitt ávíst perspektiv. Hetta er eisini orsøkin til, at vit júst hava valt at samanbera Tórshavn, Klaksvík og Runavík, tí hesi pláss minna nógv um hvønn annan í stødd.
Runavík væl fyri
Av teimum trimum størstu kommununum í Føroyum, nýtir Runavíkar kommuna mest pening til fólkaskúlaøkið. Í tíðarskeiðnum 1993-2002 hevur Runavíkar kommuna nýtt í miðal 10.618 krónur um árið upp á hvønn fólkaskúlanæming í kommununi.
Hetta er væl meir enn eitt nú Tórshavnar kommuna, sum sama tíðarskeið hevur nýtt 7.240 krónur í miðal um árið fyri hvønn fólkaskúlanæming. Í miðal fyri tíggjuáraskeiðið 1993-2002 hevur Runavíkar kommuna sostatt nýtt góðar 3.400 krónur meir upp á hvønn næmingin enn Tórshavnar kommuna. Mitt í millum Havnina og Runavík liggur hin stóra kommunan í landinum, Klaksvíkar kommuna. Hon hevur sambært hagtølunum nýtt 9.039 krónur í miðal fyri hvønn fólkaskúlanæming millum í tíðarskeiðnum 1993-2002.
Ymiskar bókingar
Sum við flestu hagtølum, so skal hagtalstilfarið yvir kommunurnar í Føroyum eisini lesast við nøkrum fyrivarnum. Ein gjøgnumgangandi trupulleiki hjá Hagstovuni hevur verið, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu tær kommunurnar bóka sín roknskap. Fyri at fáa so haldgóð og røttvís hagtøl hjá kommununum sum gjørligt, hevur Hagstova Føroya nýtt ein fasta mannagongd(metodu).
Hagstovan hugdi fyrst at, hvussu stórar útreiðslur, hvør kommuna í landinum hevur nýtt til skúlaøkið. Útreiðslurnar eru gjørdar upp í nettotølum. Fyri at kunna samanbera kommunurnar, eru samlaðu útreiðslurnar eru býttar við tali av børnum í aldrinum 7-17 ár í teimum ymisku kommununum. Hesin aldursbólkar verður roknaður sum børn og ung, ið ganga í fólkaskúla.
Fyri at geva so rættvísa mynd av útreiðslunum til fólkaskúlan fyri hvørt barni, hevur Hagstova Føroya síðan hugt at tølunum yvir eitt longri tíðarskeið. Nettoútreiðslurnar til fólkaskúlan í ymisku kommununum eru roknaðar yvir eitt tíggjuáraskeið. Við at hava eitt longri tíðarskeið, tryggjar Hagstova sær, at hagtølini geva eina rættvísari mynd, hvussu nógv verður sett av til skúlaøkið í hvørjari kommunu.