Havnin er deilig

Havnin er ein ótrúliga deiligur býur. Havnin er ein tryggur býur næstan uttan kriminalitet. Havnin hevur barnaansing til øll og dygdin á barnaansingini er á rættiliga høgum støði.

Fleiri skúlar eru bygdir seinastu árini og fleiri eru á veg, so umstøðurnar hjá skúlabørnum eru við at gerast so góðar, sum tær næstan bara kunnu vera.

Ítróttarliga og venjingarliga eru umstøðurnar eisini um at gerast í topp við fleiri fótbóltsvallum, ítróttarhallum, fimleikarhallum í kommununi. Eisini á hesum øki eru fleiri annlegg á veg. Og vit hava heili trý fitness sentur.

Tórshavnar kommuna liggur væl fyri móti sjónum, so væl ber til at íðka kappróður, kajakróður, sjósvimjing og um man hevur hug at fara í fjørðin at fáa eitt kók, ja so liggur væl fyri.

Havnin liggur vakurt í landslagnum. Vit hava Tinganes, Voksbotn, Kongabrúnna, kafeir, barrir, handlar, vakrar kirkjur og Norðurlandahúsið.

Sjálv haldi eg, at Havnin hevur nógvar dygdir, sum vit kunnu gleðast um. Og Havnin eigur kvalitetirnar, sum skulu til fyri at draga fleiri ung og fólk sum heild til sín. Tí mugu vit fara at endurskoða miðbýin og Havnina innanfyri ringvegin, so enn fleiri fólk koma oman í býin at búgva.

Norðuratlantiska Tankasmiðjan hjá NORA hevur gjørt tilmæli um londini í norðuratlantshavi, sum greitt sigur at útjaðaraøki sum Føroyar eiga at satsa upp á býirnar.

Bara sterkir býir kunnu tryggja almennu tænastuveitingarnar, sum eru neyðugar fyri vøkstri og vælferð í økinum. Hetta kann neyvan sigast greiðari. Og brúka vit hesa niðurstøðu fyri Føroyar, so eru vit so fáment, at her kann talan bara verða um at menna ein bý. Tað er bara Havnin, sum hevur støddina og dygdina.

Tilmæli sigur eisini, at fólk av smáplássunum mugu vera nóg djørv til at viðurkenna henda veruleika. Tí sterkir býir í útjaðaranum eru eisini goðir fyri smáplássini. Alternativið er, at alt doyr út.

Júst hetta havi eg ført fram fyrr í valstríðnum, at jú størri býir eru og jú tættari fólk búgva, jú størri grundarlag er fyri tænastuveitingum, sum bæði geva fleiri kvinnum arbeiði og gera tað meira liviligt hjá fólki sum heild.

Nú er valið komið so nær, at eg fari at heita á teg um at velja eina, sum vil gera okkara deiligu Havn enn betri.

Á myndunum niðanfyri sæðst, hvussu ótrúliga deiligur okkara býur er!

Atkvøð fyri tí røttu til býráðsvalið. Eg við stríðast fyri at vit øll skulu trívast í Tórshavnar kommunu :)