Fótbóltur
Lutakast um hálvfinalurnar var í 3-2 sendingini í sjónvarpinum í gjárkvøldið.
B71 og EB/Streymur hittast í aðrari hálvfinaluni, og verður talan soleiðis um tveir dystir á rað hjá hesum báðum feløgum. Dysturin á Sandi millum somu feløg var nevnliga ein av teimum, sum varð útsettur seinasta vikuskiftið.
Hin hálvfinalan verður millum B36 og HB, sum soleiðis skulu spæla tvær grannauppgerðir í Gundadali.
Fyrru hálvfinalurnar skuldu upprunaliga spælast 20. apríl, men flytingar í Formula-deildini hava broytt hetta. Nú eru fyrru hálvfinalurnar fluttar fram til 16. apríl. Seinnu hálvfinalurnar standa framvegis á skránni til 12. mai.
Eisini varð lutur kastaður um, hvør parturin er skrásettur sum heimali, tá finalan verður. Tað gjørdist vinnarin av dystinum millum B71 og EB/Streym.