Í tveir dagar hava gøturnar í Havn ligið spegilsblankar undir ísi - og teir skattaborgarar, ið hava hættað sær út fyri dyr til gongu, hava verið noyddir at hingið fram við húsaveggum ella loftað sær millum gøtuskelti og lyktapelar.
Ein av uppgávunum hjá eini býarumsiting er at halda vegir og gongubreytir í forsvarligum standi, so farast kann eftir teimum, uttan at seta seg sjálvan ella onnur í lívsvanda. Men hesa uppgávuna hevur Tórshavnar Kommuna megnað út av lagi illa.
Sum vant verður bara hugsað um tey koyrandi, tá um kavarudding ræður. Í Havn verður so at siga bara hugsað um bussarnar hjá Bussleiðini. Teir vegir, har bussarnir koyra, verða saltstroyddir, meðan síðugøturnar liggja sum deyðsfellur.
Tað er í fínasta lagi, at umsitingin hjá kommununi skipar so fyri, at alt starvsfólkið á skrivstovuni hevur frí millum jólanna. Men tað merkir ikki, at øll í býnum hava jólafrí! Tað kann tí ikki góðtakast, at einki verður gjørt við ta vandamiklu hálkuna, sum legðist yvir býin annan jóladag. Minsta kravið hjá borgarunum er, at allar gøtur verða saltstroyddar - og ikki minst, at gongubreytirnar eisini verða ruddaðar.
Í politiviðtøkuni fyri Havnina er annars ásett, at tú skalt rudda gongubreytina uttan fyri hjá tær sjálvum. Enntá út á hálvan vegin. Henda regla verður kortini ikki vird, og gongur býráðið sjálvt á odda í so máta, við ikki at rudda burtur kava og ís framman fyri ognir sínar. Tvørturímóti er tað vanlig mannagongd, at kavin verður ruddaður av vegnum upp á gongubreytina, so tey, ið eru til gongu mugu ganga á koyrivegnum ? til miklan ampa fyri bilferðsluna.
Sum altíð er hetta uttan iva ein spurningur um raðfesting. Umsitingin ger av, hvat er vert at nýta orku býarins til. Í hesum døgum hevur tað kanska størri týdning at skjóta nakrar hundraðtúsund krónur upp í luftina nýggjársaftan enn at rudda ísin av gøtunum?