Annað umfarið í landskappingini varð spælt í fínastu fótbóltslíkindum sunnudagin. Fjúrtan mál vórðu skorað í teimum fimm dystunum. Sandoyingar, sum av mongum hava verið mettir at vera upplagt evni til niðurflyting, vunnu einasta útisigurin.
Fyrsti javnleikurin á árinum var í Sørvági. Har hava teir stríðst við at fáa skil á vøllinum, og sunnudagin var vøllurin góður, tá rættuligur landskappingardystur fyri fyrstu ferð nakrantíð varð spældur har vesturi.
Tveir spælarar sóu reyða kortið. Annar var Bergleif Sólsker úr B71, og hin var Hans á Lag úr HB. Merkisvert var tað, at tað hjá báðum liðunum, sum spældu undirmannað, eydnaðist tað at vinna 1?0.
Havnin fremst
Tvey lið hava framvegis einki stig mist. Tey eru B36 og HB. Meistaraliðini frá ávikavíst 1997 og 1998 hava mist fleiri spælarar undan hesum kappingarárinum, men higartil hevur hetta ikki bilað. Á Svangaskarði hevði B36, sum vann rudduligan 3?1 sigur á B68, sammett við teir ellivu, sum vóru mest á liðnum í fjør, sjey nýggjar menn á liðnum.
HB vann 1?0 á KÍ í Gundadali. Sammett við teir ellivu, sum vóru mest á liðnum í fjør, vóru bara fýra eftir millum teir fyrstu ellivu sunnudagin.
Bæði frá B36 og HB eru spælarar farnir í onnur feløg ? ikki minst í B68 ? men tilfarið í høvuðsstaðnum tykist vera eins gott, og tað var, áðrenn havnarfeløgini funnu uppá at fara út á bygd eftir manning til bestu liðini.
Í høvuðsstaðnum eru tey so smátt farin at kynda uppundir lokaluppgerðina millum B36 og HB. Hin fyrra verður í áttanda umfarinum, sum er á skránni 4. juni. Inntil tá kann nógv venda niður, sum nú vendir upp, men at bæði B36 og HB fara at stríðast um fremstu plássini, er tað neyvan nakað at ivast í.
Klaksvíkin púra sør
Fyri hálvari aðru viku síðani gav Sosialurin út eitt serligt fótbóltsblað. Í blaðnum varð spurt, hvussu fleiri, sum fylgja væl við í fótbóltinum, roknaðu við, at gongdin fór at vera í 1. deild. Felags fyri tey flestu var, at tey roknaðu KÍ at vera mest upplagda evnið til meistaraskapin.
Nú tvær vikur seinni sær støðan hjá KÍ einki serlig út. Meistararnir og steypavinnararnir frá í fjør hava einki stig fingið. Teir hava tapt tvær ferðir 1?0, og tað vil siga, at teir higartil ikki hava skorað.
Enn eru nógv stig at spæla um, og enn fer tað ivaleyst at bera til hjá klaksvíkingum at blanda seg millum tey fremstu. Einki er at ivast í, at Tomislav Sivic og klaksvíkingar rannsaka seg sjálvar. Teir hava arbeitt nógv og miðvíst, og nú hava teir ryggin móti múrinum.
Óhepna gongdin byrjaði, tá teir taptu móti NSÍ bæði leygardag og mánadag. Nú klaksvíkingar skulu royna at berja seg uppundan aftur úrslitaliga skulu teir á heimavølli spæla tvær ferðir móti VB ? fríggjakvøldið í steypakappingini og sunnudagin í landskappingini!
Vágbingar vera svangir, tá teir koma til Klaksvíkar. Ósigurin móti sandoyingum nívir sjálvandi sera dygt.
Hini
Higartil eru bara tvey umfør spæld, og tað kann vera so skjótt, at tað vendir. Saman við havnarliðunum eru teir í NSÍ teir einastu, sum higartil ikki hava tapt. Tá teir stutt undan leikloki skoraðu til 3?2 í Sørvági, mundu teir kenna tað vera sigursmálið, og so vóru teir ikki nóg ansnir. Komandi sunnudag verður toppdystur í Runavík, tí tá fær NSÍ vitjan av HB.
FS Vágar kom á stigatalvuna hesa ferð. Tá teir í 1997 vóru í 1. deild, vunnu teir í 13. umfarinum einasta sigurin. Hann var á heimavølli 24. august. Úrslitið móti ÍF var 4?2. Um tað fer at eydnast komandi sunnudag at vinna fyrsta sigurin í ár er rættuliga ivasamt, tí tá verður mótstøðuliðið í Gundadali B36.
GÍ hevur ikki nógv fólk. Sunnudagin fingu teir stigini móti Sumba, og tað var týdningarmikið. At B71 fekk øll stigini í Vági fer ikki at gera uppgávuna hjá GÍ í triðja umfarinum torførari. Sunnudagin skal GÍ til Sands. Higartil hevur B71 verið uppií tveimum stuldrum. Teir vóru harmir um í yvirtíðini í fyrsta umfarinum at missa stig móti HB. Hesa ferð kendu teir seg hava fingið ríkiligt í Vági.
Sumbingar stóðu seg betri í Gøtu hesa ferð, enn teir hava gjørt undanfarin ár. Í fjør taptu teir 7?2, og í fyrraárið vann GÍ 11?1.
Komandi sunnudag koma toftamenn suður á Krossin. Um B68 skal hugsa um at røkka málinum, sum er at blanda seg millum tey fremstu, so skulu teir hava trý stig í Sumba. Avrikið móti B36 vísti, at sjálvt um toftamenn hava fingið fleiri spælarar afturat, so eru teir ikki serliga væl fyri við fólki. Hesa ferð var Jan Petersen skaddur, og holið eftir hann tóktist tað vera torført at tippa.
jh










