Hósdagin hevur Havnin verið fólkavald kommuna í 100 ár. Tí verður alment hátíðarhald í Müllers Pakkhúsi, har 100 ára búmerkið hjá Tórshavnar Kommunu verður avdúkað. Á skránni verður millum annað sangur við kvinnukórinum Cantabile undir leiðslu av Unn Patursson og hugleiðingar um fólkaræði í Havn í 100 ár eftir Sjúrð Skaale, undir heitium "- Hava vit tað ikki gott?". Aftaná haldið fæst ein biti – aftur við 100 borðfløggum! Tiltakið verður í Müllers Pakkhúsi 27. november 2008 kl. 16:00.