Havnin

Jógvan Olsen, handan Á, Vesturbýurin í Havn
----

Eitt framúr gott átak, 'Havnin innan fyri Stóragarð'. Var tíverri ikki sjálvur í Norðurlandahúsinum.
Tað, sum eg vil viðmerkja, snýr seg um ferðslu. Bilferðslan verður nevnd í kataloginum og áskoðaninar eru rættar. Tó er neyðugt at hava eina serstaka ætlan fyri bilferðsluna parallelt við viðgerðini av hesum og líknandi uppskotum. Byggiætlanir broytast nógv frá byrjanini til endaliga byggingin er framd. Tá broytingar so hvørt verða gjørdar í byggiætlanunum er tað ikki bilferðslan, sum hevur størstu vekt. Sostatt kann ein byggiætlan, sum upprunaliga hevði eitt gott árin á ferðslumynstrið, enda við einum minni góðum. Tað kann til dømis henda við, at gjøgnumkoyring verður møgulig á støðum, har tað ikki var ætlað og at størri parkeringsøkir verða gjørd.
Ein ætlan fyri ferðslu má fyrst og fremst hava nøkur rættiliga einføld princippir, sum hædd kann takast fyri í øllum ferðsluætlanum og øðrum byggiætlanum.

Eitt uppskot:
Eitt øki (Miðbýurin, meira ella minni) verður ásett at vera 'serliga bilferðslutálmað'. Í hesum økinum skulu allar broytingar framyvir føra til at bilferðslan verður meira tálmað.
Ongin gjøgnumkoyring gjøgnum Miðbýin. Summastaðni kann stongjast. Aðrastaðni má setast forboð fyri gjøgnumkoyring við undantaki fyri bussar og neyðsendarkoyring.
Parkeringin verður gjørd tíðaravmarkað (núverandi tilgongd heldur fram). Langtíðarparkering skal vera áløgd eitt gjald. Sonuparkeringin eigur summastaðni at røkka longri út.

Í Steinatúni átti at verið gjøgnumkoyringsforboð. Tað er eitt dømi. Eini tíggju støð skuldu verið stongd ella ásett gjøgnumkoyringsforboð.
Tvinnir trupulleikar eru í sambandi við at forbjóða gjøgnumkoyring. Annar er at handheva tað. Tað er ikki trupult at gera tað púra greitt hvar, tað er bannað at koyra ígjøgnum, men forboðið má handhevast. Hin trupulleikin liggur í, at tað má bera til at venda bilinum við punktið, har gjøgnumkoyringsforboð er. Summastaðni krevur tað eina størri broyting av vegnum.

Annars, fyri at gera tað møguligt at gera skilagóða ætlan fyri ferðsluna í Havn: Ein tunnil skuldi verið gjørdur frá Eystaru Bryggju út til Norðara Ringveg ella har á leið. Hesin tunnil skuldi einans servicera Eystaru Bryggju, eisini til dømis Norrønu. Sum er, gongur stórur partur av tungu ferðsluni út við Strond og ein partur gjøgnum býin. Hvørki er nóg gott. Úti við Strond hevur eitt einastandandi potentiali fyri býin, men av hesum fæst als ikki nóg nógv burturúr orsakað av ganginum frá ferðsluni.