Havnastýri fer undir nýggja øld

Kongshavnar havnastýri markar hundrað ár dagin

Fríggjadagin hin 7. februar eru hundrað ár liðin, síðani fyrsti fundurin varð hildin í Kongshavnar havnastýri. Orsøkin var, at lóg bleiv samtykt hin 18. oktober 1913 um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Nú felagsskapurin setir á næstu øldina, er ætlanin at marka dagin í Løkshøll fríggjadagin millum kl. 16 og 18, har Kongshavnar havnastýri bjóðar til alment tiltak.

Skráin verður hendan:

Súni í Hjøllum, formaður, bjóðar vælkomin.
Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn, hugleiðir um vinnumøguleikar í Kongshavn.
Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, Runavíkar havn, hugleiðir um Kongshavn.
Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesa, hugleiðir um broytandi umstøður í Norðurhøvum.
Kári Sverrisson syngur og spælir.


Orðið er frítt, og spurningar úr salinum kunnu setast teimum, ið hava havt orðið, og teimum sum í dag manna nevndina í Kongshavnar havnastýri. Samfelagsfrøðingurin  Jóannes Hansen stjórnar fundinum. Eftir fundin verður ábit og kaffi.