Myndin er tikin nakað eftir, at Havnarskrivstovan var liðug. Eisini síggjast húsini á Skansanum, bygningurin hjá Balslev & Goos og uttast t.v. Vandbygningsvæsenet (VBV). Ein suðuroyarslupp liggur við molan, og ein lastbilur frá 30-unum er eisini við á myndini.
Havnaskrivstovan varð tikin niður í 1969, og ein nýggjur bygningur í tveimum hæddum varð bygdur á sama stað. Hesin bleiv seinni tikin niður aftur.
Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 ella 214647.
Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn