Havnarmyndir í Sjónleikarhúsinum

Í sambandi við at bókin “Havnarmyndir - fyrr og nú” hjá Birgari Johannessen kemur út mikudagin 4. november, verður móttøka fyri almenninginum í Sjónleikarhúsnum frá kl. 10-18, har bókin verður seld og signerað av høvundanum.

Á ólavsøku í ár hevði Birgar Johannessen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Talan var um eina framsýning við gomlum fotomyndum og nýggjum myndum, ið eru tiknar úr sama staði sum tær gomlu. Tí vórðu nógvar samanberingar gjørdar á framsýningini um tann gamla og nýggja býin.


Eftir framsýningina vóru tað fleiri sum heittu á Birgar um at geva søguliga myndatilfarið út í bók.

Bókin, sum er umleið 110 síður, er ein myndabók við teksti, har lesarin fær gott innlit í hvussu býurin er broyttur hesa seinastu øldina. Kápumyndin er ein oljumálningur, sum Christin Holm Isaksen (Kristin í Geil) málaði í 1917. Bókin er prentað hjá Estra og kostar 220 krónur.