Havnarmenn vilja byggja flótandi hotell í Ålborg

Teir tríggir havnarmenninir, feðgarnir Johan og Martin Restorff og Petur Jacobsen bjóða sær nú til at byggja eitt risastórt flótandi hotell í havnini í danska býnum Ålborg.

Tað er bert stutt siðani, at hesir somu menn løgdu fram eina spildurnýggja ætlan um at byggja eitt flótandi hotell á Vestaru vág í Havn. Ætlanin teir nú hava lagt fyri myndugleikarnar í Ålborg er fýra ferðir so stór sum tann í Havn. Martin Restorff og Petur Jacobsen, sum eru oddamenn aftanfyri ætlanina, siga, at teir hava lagt umsókn inn hjá Ålborg Kommunu, men enn er ov tíðliga at siga, hvørja móttøku hon fer at fáa. Talan er um 90 til 100 verilsi og annars um eina ætlan, ið fevnir um bæði matstovur og onnur tilboð.