Bólkurin »Havnarmenn« varð stovnaður í 2010, tá Sámal Lindenskov og Heini Fosaa, tóku stig til at stovna tónleikabólk innan Jazz/blues/rock – fusiónsgreinina. Báðir hava teir spælt saman áður. Fyrst í 1988-1989 við bólkinum »Drøn«, sum einamest framførdi rock/poptónleik, og seinni – 1990-1999 – við bólkinum »Hóvásták«, sum framførdi instrumentalan fusiónstónleik, sum bólkurin sjálvur skrivaði.
Hávasták spældi fussiónstónleik, og vóru tað eittnú Heini Fossá, Sámal Lindenskov, Eyðstein Johannesen, og Gunnar Waagstein, ið myndaðu bólkin. Onnur vóru við av og á, t.d. Hans P. í Brekkunum á saxofon.
So hevur verið stilt eini 10 ár, men so fara Heni og Sámal aftur at gera vart við seg og tað endar við bólkinum Havnarmenn.
Hugni og stuttleiki
Bólkurin hevur havt skiftandi manning fyrstu tíðina, men seinastu tíðina hava Mortan Zachariassen og Eyðun Johannesen verið fastur partur av manningini.
Byrjanin hjá bólkinum hevur verið friðarlig. Allir í bólkinum hava dagliga yrkið innan annað enn tónleik, og tí hevur undirtónin at kalla verið »til hugna og stuttleika«. Men síðan á sumri 2013 hevur bólkurin verið meira virkin, og nakrar konsertir og framførslur hava verið.
Stílurin er ymiskur. Trí løg komu í fjør og fimm eru komin fyri stuttum.
Manningin í bólkinum er í dag hendan:
Sámal Lindenskov, guitar
Heini Fosaa, trummur
Mortan Zachariassen, saxofon
Eyðun Johannesen, bass
Og av navninum kann staðfestast, at »mennirnir« í bólkinum allir eru havnarmenn, og til felags – siga teir sjálvir, brenna teir fyri tónleiki.
Í juli 2013 var bólkurin í upptøkuhøli og spældi inn trý tey fyrstu løgini. Talan var um instrumentalan fussiónstónleik, sum bólkurin sjálvur hevur smíðað og lagt til rættis. Og nú í juli 2014 var bólkurin aftur í upptøkuhølunum, men hesaferð er stílurin væl øðrvísi, og eru upptøkurnar »kryddraðar« við íkasti frá gestatónleikarum og sangarum.
Til løgini hava millum annað Dánjal Lindarstein, Arnfríð Lútzen, Ronnie Nielsen og Sirikit Jacobsen lagt røddir til, eins og bert 12 ára gamla Vár Iversen Lindenskov hevur spælt cello á tveimum av løgunum. Umframt hesi hevur Magni W. Husgaard spælt klaver og onnur ljóðmborð á upptøkunum.
Løgini eru:
New Beginning
Lag: Heini Fosaa og Sámal Lindenskov Orð: Kristina Joensen
May
Lag: Sámal Lindenskov Orð: Kristina Joensen
Huldugentan
Lag: Sámal Lindenskov Orð: Sámal Lindenskov
Thursday
Lag: Sámal Lindenskov
Can’t you see
Lag: Dánial Lindarstein Orð: Dánial Lindarstein
Upptøurnar eru gjørdar í Studio Bloch í juli/august 2014, og hava Jonas Bloch Danielsen og Theodor Kapnas staðið fyri hesum. Tilfarið er Ljoðblandað av Jonas Bloch Danielsen, saman við Heina Fosaa og Sámali Lindenskov. Endaliga mastringin er gjørd í Oslo av George Tandeø.
Nøgdir
Limirnir hava fingið at vita frá fólki, og á netinum, at fólk dáma væl tónleikin, eins og tað er ofta avspælt.
Enn er ætlanin ikki at geva fløgu úit, mest tí at mett verður, at 8 løg er ov lítið at koyra á eina fløgu. Men nøgdir eru limirnir í Havnarmen, og teir hava fingið nógv rósandi orð. Og tá hugsað verður um stílin, so eru teir sera nøgdir, tí hetta fevnir sera breitt, og t.d. Hevur fussiónstónleikur kanska avmarkaðað lurtarafjøld. Tó er eitt intrumentalt fussiónslag frá Havnarmonnum millum tey mest avspældu.
- Arbeitt verður við at hava konsert í heyst, men enn er onki greitt hesum viðvíkjandi, sigur Heini Fossá, sum minnir á, at limirnir í bólkinum allir ahav annað at takast við, og at tá so nógv fólk eru við, so er ofta trupult at fáa øll at vera sama stað um somu tíð.
- Men tað verður í Havn, um tað verður. Annað vildi verið løgið, tá vit nú eru Havnarmenn, leggur hann afturat.