Havnarmenn sektaðu mistøkini hjá KÍ

Klaksvíkingar vístu heilt øðrvísi hugburð, enn teir gjørdu ímóti GÍ, men tað var ikki nóg mikið ímóti HB, sum í 1. hálvleiki hevði fleiri stórar møguleikar

 

KÍ-HB 0-2 (0-2)


1. deild


Tað var summar í Klaksvík sunnudagin. Heiður himin, stilli og nógv fólk á gøtum og strætum. Út á seinnapartin vóru tað havnarmenninir, sum smíltust mest út eftir Fornagørðum og út í Klaksvíkina, og so bilti tað ikki so nógv, at ovbyrjaða strandferðsluskipið var ein hálvan tíma seinkað.

HB hevði fingið tað, sum teir komu eftir. Støðið til 2?0 sigurin løgdu teir í 1. hálvleiki. Tá høvdu teir væl størri breidd í álopsspælinum enn mótstøðumenninir, og teir spældu seg til einar tríggjar stórar málmøguleikar. Men teir megnaðu ikki at umseta nakran av hesum møguleikunum til mál.

HB fekk bæði málini eftir persónlig mistøk hjá heimamonnunum. Tað fyrra kom, tá eitt korter var farið. KÍ misti í uppspælinum í vinstru, og tríggir av HB monnunum, sum stóðu sterkastir í myndini, syrgdu fyri uppspæli og máli. Vagnur Mohr Mortensen sendi úr høgru langan bólt fram um miðjuna, Uni Arge var hægstur og longdi við høvdinum til Jón Róa Jacobsen, sum dróg eitt sindur, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum smekkaði flatt framvið Meinhardi Joensen í KÍ málinum.

Seinna málið fekk HB tríggjar minuttir undan steðginum. KÍ roynd at byggja upp varð steðgað eitt sindur frammanfyri miðjuna, Rúni Nolsøe stakk fram í vinstru til Rógva Jacobsen, sum var púra blankur, tí KÍ verjan var á veg fram. Álpopskendi miðvallarin, sum onkuntíð hevur staðið sjónskari í myndini í Klaksvík, enn hann gjørdi sunnudagin, var púra kaldur, tá hann lyfti upp um eitt sindur tøvandi KÍ málverjan, og so tóktist alt avgjørt.


KÍ tók ikki av

Klaksvíkingar vóru nógv meiri avgjørdir og ágangandi ímóti HB, enn teir vóru, tá gøtumenn fóru við øllum stigunum úr Klaksvík. At KÍ kortini ikki megnaði at fáa mál og harvið stig burturúr komst fyrst og fremst av, at teir spældu ímóti einum liði, sum ? sjálvt um Allan Mørkøre var skaddur og tískil als ikki var við ? var javnt væl mannað á øllum plássum. Og harafturat tordi HB í 1. hálvleiki at hava nógv fólk frammi á vøllinum.

KÍ royndi frá fyrsta bríksli at leggja trýst á aftastu ketuna hjá HB. Hugsanin tóktist vera, at miðverjarnir skuldu kroystast at gera mistøk. Onkrar hálvvandamiklar støður stóðuast burturúr, serliga eftir at Eyðun Klakstein var farin í vinstra borð, og Hjalgrím Elttør var komin í høgru síðu, men upplagdu málmøguleikarnir vóru heilt fáir. Nýggi jugoslavin, Alexander Djordjevic, vísti, at tað ivaleyst fer at verða fongur í honum. Hann hevði eitt fínt fluktskot, sum Bárður Johannesen, ið var tryggur í málinum, bjargaði væl, og tað var hann, sum í síðsta álopinum undan steðginum tiltuskaði KÍ eitt brotsspark.

Hetta var lagnuløtan hjá klaksvíkingum. Harley Bertholdsen, sum var tryggur úr ellivu metrum í fjør, sendi til høgru fyri seg sjálvan, men tað hevði HB málverjin lisið av, og so var hálvleiksstøðan 0?2.


Lítið veiggj í

Tað verður altíð ein hypotetiskur spurningur, hvussu tað hevði hilnast, um klaksvíkingar høvdu minkað um munin dygst undan steðginum. Ivaleyst høvdu teir havt fingið áskoðararnar meiri við sær, og teir høvdu havt orsøk at rokna við møguleikanum.

Eftir steðgin spenti Tomislav Sivic álopsbogan og fór frá 3?4?3 og til 3?3?4. Hann setti seg sjálvan og Ova Nysted inn, og Allan Joensen varð settur aftur í miðverjuna, har Jan Andreasen rættuliga tykist vera komin upp í snúðningar.

KÍ hevði bóltin meiri, enn teir høvdu havt í 1. hálvleiki, men málmøguleikarnir vóru heilt fáir. HB, sum sjálvsagt tóktist nøgt við støðuna, tók seg ? ivaleyst ótilvitað ? aftur á vøllin, bíðaði og dúvaði upp á skjótálop.

Klaksvíkingar høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum. Í 2. hálvleiki tóktist tað liggja betri fyri í vinstru, men akkurát sum ímóti GÍ, so var tað mesta høgravent, um tað yvirhøvur var í borðunum, at tað gekk fyri seg.

Sum tíðin leið, vórðu alt fleiri bóltar sendir høgt í HB brotsteigin. Tað var matur fyri Hans á Lag, sum ? hóast hann leingi hevur verið burturi frá við skaða ? stóð sterkur í myndini. Onkrar støður tóktust spentar frammanfyri HB málverjan, men tað kendist alla tíðina sum um HB hevði megnað at táttað í aftur ? um tað hevði verið neyðugt.

Sjálvandi vóru klaksvíkingarnir ikki nøgdir í góðveðrinum. Men um teir megna at varðveita hugburðin, tá teir fara at spæla ímóti liðum, ið ikki hava somu styrkina, sum HB hevur, so fara teir ivaleyst at fáa mál, og so fer stigatalvan kanska eisini at broytast.


KÍ-HB 0-2 (0-2)

0-1: Jón Rói Jacobsen 22

0-2: Rógvi Jacobsen 44

Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)


KÍ: Meinhard Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Harley Bertholdsen, Allan Joensen, Símun Joensen, Fríðin Ziskason ? Eyðun Klakstein, Alexander Djordjevic, Hjalgrím Elttør

HB: Bárður Johannesen ? Vagnur Mohr Mortensen, Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen ? Jón Rói Jacobsen, Uni Arge, Andrew av Fløtum