Týskvøldið spældu Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg næstseinasta dystin hetta kappingarárið. Talan var um dyst á útivølli í bólki 2 í ovara endaspælinum móti Ikast-Herning.
Ikast-Herning vann dystin 34-32. Í fyrra hálvleiki var tað Viborg, ið var omaná. Í steðginum var Viborg frammanfyri 20-16. Men gongdin vendi í seinna hálvleiki.
Jana skoraði trý mál og legði upp til eitt mál (assist).
Aftaná fimm dystir í endaspælinum hevur Viborg enn fyrsta sigurin til góðar. Hann kann hóskandi koma í tí seinasta bólkadystinum.
Hóskvøldið klokkan 19 spælir Viborg, ið hevur eitt stig í dysti á heimavølli móti Sønderjyske sum hevur tvey stig. Esbjerg er fremst í bólkinum við 11 stigum, og Ikast-Herning hevur níggju stig, og tey bæði liðini hava vunnið seg greitt víðari til hálvfinalurnar.