Havnarmenn síggja ljóst upp á tað

Formaðurin í Havnar Róðrarfelag sigur seg vera væl nøgdan við kappingarárið. Hóast teir hava arbeitt nógv og leingi við at fyrireika róðurin á Ólavsøku, so verður eisini okkurt at taka hondina í í dag

Heðin Hansen er formaður í Havnar Róðrarfelag. Saman við hinum nevndarlimunum og øðrum trúføstum stuðlum hjá felagnum hevur hann seinastu vikurnar arbeitt við at fyrireikingunum til stóru róðrarfinaluna, sum verður í dag.
Millum føstu uppgávurnar er at seta fasta startin, sum felagið hevur átt í meiri enn tredivu ár, fastan á Argjahøvda. Tað gjørdu teir fríggjakvøldið, og síðani hevur, sum tað hevur verið nógvu tey seinastu árini, ferðslan verið nógv á Havnarvág.
Men formaðurin sigur, at bátarnir hava ikki lagt so nógv at startinum:
- Teir hava sínar ætlanir, sum teir venja eftir. Onkra ferðin taka teir málið, men tað er ivaleyst meiri kenslan av at hava verið í Havnini og harvið at hava sæð hinar bátarnar venja, sum telur eins nógv.
Bátar hava verið at sæð á vánni fyri arbeiðstíð og allar tíðir á degnum. Eitt nú hava klaksvíkingar í Nevinum Reyða vant í Havnini hesa vikuna. Men einki hevur verið at sæð til Eysturoying.
- Teir hava nógvar royndir, og teir munnu halda seg kenna málið heilt væl. Men eg eri spentur uppá, hvussu tað fer at roynast hjá Havnarbátinum. Tað gekk striltið at manna bátin, og tískil tók tað sína tíð, áðrenn teir komu fyri seg. Men í Miðvági gekk hann væl og gjørdist nummar tvey. Tað verður kortini sera torført hjá teimum at taka Eysturoying, sum hevur róð einastandandi væl, heldur formaðurin í Havnar Róðrarfelag.

Eiga dyggar manningar
Hóast tað ikki hevur hilnast so væl hjá Havnarbátinum, sum tað ofta hevur gjørt áður, og hóast heldur ikki Ørvur hevur verið við í FM kappingini, so heldur Heðin Hansen, at árið hevur hilnast væl hjá HR.
- Sílið við kvinnum er meistari, og tað skal vilja meiri enn illa til, um Gongurólvur við monnum ikki verður meistari. Fyri tveimum árum síðani vunnu vit fýra FM heiti. So væl kunnu vit ikki rokna við, at tað fer at hilnast hvørja ferð. Hjá okkum kemur tað væl við, at onnur feløg eisini eru við í kappingini. Vit rokna við, at í ár fara klaksvíkingar og norðoyingar og eisini eysturoyingar at vera fjølmentir á áskoðaraplássunum. Tað ber góðan hýr við sær, og tað gevur okkum inntøkur. Hevði tað so eydnast fleiri av okkara bátum at vunnið á Ólavsøku, so hevði tað verið heilt fínt.
Týskvøldið var hugnakvøld fyri øllum manningunum hjá HR í hølunum, sum vórðu innrættaði í neystinum fyrr í summar. Formaðurin bar heilsu frá nevndini til manningarnar.
- Eg segði teimum, at vit hava verið ógvuliga fegnir fyri tað, sum manningarnar hava víst, og hvussu tær hava borið seg at undir venjingum, í hølunum og ikki minst, tá ið tær hava umboðað felagið í kappingum. Eg segði teimum eisini, at vit hava brúk fyri teimum næsta ár, og eg rokni heilt víst við, at bæði Ørvur og Havnarbáturin tá fara at gera seg galdandi í FM kappingini.

Neyðugt at stýra væl
Alvaróðurin verður fyri fyrstu ferð frá føstum starti. Teir í HR gjørdu týskvøldið klárt til fasta startin frá 500 metrum. Starturin hjá RSF verður spentur frá báti, ið hevur enda inn á Molan og yvir á hitt landið. Royndin vísti, at hetta ivaleyst fer at rigga væl.
Á Ólavsøku er tað trongligt á kappróðrarøkinum. Tí er neyðugt, at manningarnar vísa fyrilit. Bátarnir skulu vera á økinum við Bursatanga klokkan 12.30. Farið verður undir barnaróðrarnar og oldboys róðrarnar klokkan 13.30. Tað vil siga, at tað fer ikki at bera til hjá øllum manningunum at taka lut í skrúðgonguni, tá ið Ólavsøkan verður sett.
- Soleiðis eru treytirnar. Fyri at kappingin skal ganga væl og uttan trupulleikar, so er tað neyðugt, at ikki ov nógvir bátar trunka seg saman úti á málinum. Vit fara at siga manningunum, nær vit halda, at tær skulu fara í bátin. Men vit ætla ikki at nokta t. d. 8-mannaførum og 10-mannaførum at draga bátin, tá ið teir halda, at tað skal gerast. Fyri ikki at vera øðrum til ampa, so verður tað neyðugt, at hesir hita upp uttanfyri Molan.
Í morgun klokkan átta hittast fyrireikararnir í HR at taka saman um. Í dag er HR at hitta í hølunum hjá Skipafelagnum á eystaru bryggju, og punktum verður sett fyri róðrarárið, tá ið steypini eru handað á Bursatanga eina ferð seint seinnapartin í dag.