Havnarmenn halda fram á Argjum

Kenneth Jacobsen og Janus Joensen verða í komandi kappingarári partur av AB-liðnum, sum ætlar sær at stríðast fyri sessinum í Formuladeildini. Havarmenninir hava longt avtaluna við felagið, skrivar heimasíðan hjá AB.

Kenneth Jacobsen hevur, undantikið í 2008, altíð spælt við B36. Janus Joensen spældi í sjey ár við HB, har hann millum annað vann fýra FM-heiti.