ÍF ? B36 5-2 (2-0)
2. deild
Aftur í hesum umfarinum skutu fuglfirðingar nógv mál, tá teir høvdu vitjan av havnarmonnum úr B36, men hesuferð vunnu teir eisini. Eingin ivi er um, at sigurin hjá ÍF var uppiborin, og tað ber úrslitið eisini boð um.
Tað var annars útiliðið, ið hevði tann fyrsta møguleikan í dystinum, tá aftasti maður hjá ÍF fór skeivur av einum bólti, men málverjin bjargaði skotinum frá Bjarna Prior.
Síðani gekk alt av skriðuni hjá B36. Ein langur bóltur varð sendur inn í B36 brotsteigin, har málverjin kom út at taka, men aftasti maðurin legði bóltin í egið mál, og so var gøtan hjá ÍF sløtt fram til sigurs.
Enn ein verjuvilla var við til at geva heimaliðnum seinna málið. B36 missir bóltin í uppspælinum, og fær heldur ikki beint bóltin burtur í aðru atløgu. Eyðálvur Petersen gerst púra leysur og hevur lætt við at økja um leiðsluna, tá bólturin verður lagdur tvørturum til hansara.
Mótfalnir havnarmenn
B36-ararnir vóru sum slignir á nevið, og teir mistu nærum mótið eftir hesa vánaligu byrjanina. Í seinna hálvleiki hevði ÍF mest bóltin og var eisini vandamiklara liðið.
B36 hevði tó ein møguleika at minka um munin til 2-1, men ein verjuleikari bjargaði á sjálvari málstrikuni.
ÍF avgjørdi dystin, tá teimum eydnaðist at skjóta tvey mál afturat innan heilt stutta tíð miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fyrst var Høgni á Lakjuni á rætta staðnum, og síðani økti bróðurin Bárður, tá teir skoraðu úr stuttari fjarstøðu.
B36 megnaði at svara aftur, men til fánýtis. Fyrst minkaði Heini í Skorini um munin, tá hann varð spældur púra leysur, og síðani setti Karl Leonsson eitt brotsspark í netið til støðuna 4-2.
Tað var tó ÍF, ið átti seinasta orðið í málríka dystinum. Heldur tunnligt var í brotsteiginum hjá B36 seinastu løtuna, og tí vóru tey flestu álopini hjá ÍF vandamikil. Ein bóltur var sendur innfyri tætt undir málinum, og har stóð Bárður á Lakjuni, sum gjørdi tað til endaligu støðuna 5-2.
B36 liggur tó enn frammanfyri ÍF á stigatalvuni. Havnarmenn hava átta stig á fimta plássi, meðan ÍF er á sætta plássi við sjey stigum. Skála og NSÍ liggja fremst við tólv stigum. Hóast ÍF bara er á sætta plássi, so eru teir tað næstfremsta liðið, sum kann flyta upp, tí øll hini feløgini hava lið í fremstu deildini. Einasta liðið, sum er frammanfyri ÍF, ið kann flyta upp, er Skála.
ÍF ? B36 5-2 (2-0)
1-0: Sjálvmál
2-0: Eyðálvur Petersen
3-0: Høgni á Lakjuni
4-0: Bárður á Lakjuni
4-1: Heini í Skorini
4-2: Karl Leonsson (br.)
5-2: Bárður á Lakjuni