Havnarmenn arbeiða ov lítið

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Í einum garði úti í Nólsoy standa fleiri standmyndir, summar av monnum í fullari stødd, aðrar minni. Garðin, og standmyndirnar, eigur Marnar á Skúr, fyrrverandi bygdaráðsformaður í Nólsoy.

Søgan handan standmyndirnar er av heilt persónliga slagnum, sigur hann, men greiðir kortini frá, at hon hevur sín uppruna í eini ógvusligari sjúkralegu.

 

Tríggjar eru av monnum í fullari stødd, tveir standa, meðan tann triðji er á knæ, men á veg á føtur. Hon ímyndar bygdarfólkið, sum kemur á føtur aftur. Sjálvur er Marnar á Skúr eisini bygdamaður um ein háls, men ásannar, at bæði bygdalívið og Nólsoyar bygd eru nógv broytt í hansara lívstíð. Um tað er til tað betra ella verra, veit hann tó ikki.

- Eg haldi, tað veldst um, hvat samanborið verður við, tí allar broytingarnar eru heilt víst ikki til tað verra. Sum dømi kann eg nevna tey ungu. Fyrr var púra vanligt, at ungir menn fóru til skips og vóru burtur í longri tíð. Nú fara tey øll í skúla, og hóast onkur teirra flyta av oynni, so vitja tey javnan heimbygdina, so tey mynda bygdarlívið á heilt øðrvísi hátt, sigur hann.

 

Marnar á Skúr trívist væl úti í Nólsoy og kundi ikki funnið upp á, at búsett seg hinumegin fjørðin.

- Eg kann vera í Havn eina nátt, men eg pínist í sálini, um eg liggi tvær nætur. Stressið í Havnini er øgiligt, sigur Marnar á Skúr og vísir til kanningina hjá Starvsmannafelagnum, at fýra av fimm av teirra limum hava kent seg stressaðar. Sjálvum dámar honum betur bygdalívið.

- Her fáa vit fugl, haru, fisk og kjøt uttan stórvegis hóvasták. Livikostnaðurin her á bygd er ikki størri enn bilútreiðslurnar av at búgva í Havn, sigur hann.

 

- Hatta lívið, sum tit hava í Havn, har stjórar, sum ikki kunnu brúkast, fáa milliónir av krónum tveittar eftir sær, tá teir vera sagdir úr starvi, kunnu tit sleppa at eiga. Tað eru tó vit, sum mugu gjalda kostnaðin. Nógvir av hasum monnunum vita ikki, hvat pengar eru, tí teir hava ongantíð gjørt nakað, fyri at fáa teir, teir hava ongantíð arbeitt, sigur bersøgni nólsoyingurin.

 

- Í Havnini mugu tit út at renna fyri at halda tykkum í form, tí tit sita still og arbeiða og so koyra til og frá. Her halda vit okkum í form við at arbeiða. Tá vit bygdafólk so vera gomul, mugu knøini skiftast. Í Havn slíta og skifta tit bara bildekk, sigur fyrrverandi bygdaráðsformaðurin.

 

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen