Fyrr var lítla býráðið eitt kent fyribrigdi á gamla Kondittarínum í Havn. Hetta vóru menn, sum hvønn dag hittust at loysa allar kendar trupulleikar yvir einum kaffikrússi og einum rundstykki ella lagkøkustykki, alt eftir, hvat tíð á degnum tað var.
Seinni hava nakrir roynt at hildið lív í hesi tradisjónini við at hittast á Sjómansheiminum, sum nú eitur Hvonn, har teir eru einir 20 mans í tali ein góðan dag. Hetta eru øgiliga klókir og vitandi menn, sum vita alt, sigur tað ordiliga býráðið.
- Og tá so er, so er einki meira náttúrligt, enn at teir av og á hitta borgarstjóran at leggja honum lag á við teirra stóru vitan um og innliti í alt og øll. - Og í morgun byrjaðu teir so eina nýggja tradisjón - ein í minsta lagi árligan kaffifund við borgarstjóran.
Eingin veit við vissu, hvør tað var, sum fann uppá at kalla teir Havnarmenn. - Men tað skal ikki takast so tungt ella bókstaviliga, tí bara tveir av teimum eru upprunaligir havnarmenn - og bara annar teirra er til arbeiðis enn.
- Í teirra verð er Havnin perlan, og at vera havnarmaður hevur nakað við sál, hjarta og kenslur at gera. Tí kunnu bæði norðingar og suðuroyingar vera limir, næstan uttan mun til, hvussu leingi teir hava búð í Havn.
- Teirra hjartamál eru at kalla øll trivnaðarmál í Havn. Í teirra verð er tað stórmál at fáa líka nógva sál í trivnaðin í Hoyvík sum í Nólsoy, at finna eina hugnaliga loysn á Grasagarði og ikki minst at heitir pottar fara at vera at seta seg í í Gundadali, tá langhylurin er liðugur.
Teir hava allir eina meining um havnaútbyggingina, um oljuhavn, um tunnilin inn í Eysturoy og yvirtøkuna av eldraøkinum 1. januar 2015. Men tað er meira spennandi at tosa um Tórsvøll og um eitt komandi býarsavn.
Býráðið sigur, at fundurin í morgun vardi góðan tíma og var av teimum mest positivu. Borgarstjórin greiddi frá nøkrum málum og fekk rúgvu av góðum hugskotum við sær aftur í skjáttuni, sigur býráðið eftir fundin í morgun.
|









