Tað váttar formaðurin í havnarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Spurdur um tað hevur nakað við ósemjurnar um mistøkini, sum vóru við havnarútbyggingini at gera, sigur Kári Johansen, at tað hevur tað ikki.
– Nei, tað hevur einki við tað at gera. Jónsvein Lamhauge hevur sjálvur sagt seg úr starvi. Hann ringdi til mín og segði mær, at hann hevði verið hjá Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, við uppsøgnini og vildi siga mær tað, sum hinum fyrsta, sigur Kári Johansen.
Tað hevur verið ósemja í millum Tórshavnar Havn, J & K Petesen, sum hevur staðið fyri útbyggingini og tryggingina um, hvør skal rinda fyri tey mistøk sum eru gjørd, og sum hava kostað fleiri tíggjutals millión at fáa í rættlag aftur. Tað snúði seg um spunsveggirnar undir bryggjuni, har festini eru slitnað, so at spunsveggurin hevur flutt seg.
Men uppsøgnin hjá havnarmeistaranum hevur einki við tað at gera, sigur Kári Johansen.
##med2##
Jónsvein Lamhauge er 65 ára gamal, og hann hevur verið havnarfúti síðani 1. januar í 1993.
Hann tók við sum havnarmeistari eftir Paula Hansen, sum hevði verið havnarmeistari síðani 1998, tá Høgni Mohr legði frá sær, eftir at hava røkt starvið í sløk 30 ár.