Havnarmeistari á motorsúkklu

Havnarmeistarin hevur ikki bát, men motorsúkklu, og honum dámar væl at koyra saman við øðrum til ymisk stevnutiltøk.

- Tað er Bátafelagið á Toftum, ið tekur sær av tí allar mesta, nú bátafestivalur verður, men tá tað er okkurt, sum eg kann hjálpa til við, eri eg tøkur til tess.

 

Tað sigur Jackie Zachhau, sum síðan 1. oktober síðsta ár hevur verið í starvi hjá Nes kommunu við ábyrgd av í fyrsta lagi havnarskrivstovuni og vatnveitingini í kommununi.

 

Jackie Zachhau er útbúgvin handverkari og hevur tí eisini førleika at taka sær av ymiskum viðlíkahaldsarbeiði. 

 

- Eg havi ikki bát, men havi átt motorsúkklu í nógv ár, og mær dámar ógvuliga væl at koyra saman við øðrum, tá ymisk stevnutiltøk eru.

 

Nú bátastevnan verður á Toftum leygardagin, gleðir hann seg til hetta tiltak, og sum havnameistari bjóðar hann øllum hjartaliga vælkomnum at vitja í Nes kommunu.

 

- Tað er ein veruleiki, at færri og færri skip koma higar, og hetta hongur eitt nú saman við minkandi fiskiveiði, og at nøkur skip sjálvi eru farin at frysta veiðina umborð.

 

Jackie Zachhau fegnast um, at grundarlag aftur er skapt fyri landingum á Toftum, og hetta kemur so eisini at viðvirka til eina ávísa skipaferðslu til og frá.

 

- Hóast skipaferðslan hevur verið minkandi, er tó ríkiligt at takast við í mínum starvi. Havnin skal haldast við líka, og vatnið skal umsitast, sigur hann.