Havnarmaður ger list í Kina

Hann er við á stórum træfagnaði í Kina

Í hesum døgum er havnarmaðurin, Jógvan S. Biskopstø við í stórum tiltaki í Kina. Tiltakið kallast World Wood Day, og har eru yvir 70 listafólk úr øllum heiminum savnað at fagna træmentan.

 

Tað gera tey við at tilevna træskurðir av ymsum slag, siga tey í tíðindaskrivi í morgun.

Fyrstu tríggir dagarnir vórðu settir av til at gera træskurðir á listaverkstaði, ið kallaðist Homeland og hann var í Xianyo.

 

Jógvan S. Biskopstø gjørdi ein skurð úr íbinviði og kamfertræi, ið hann nevnir Eksotiskt træ.

 

Harumframt var hann eisini biðin at gera skitsur av hinum listafólkunum ímeðan tey arbeiddu upp á teirra træskurðir.

 

Eftir listaverkstaðin í Xianyou varð farið víðari til Kuming í nakrar dagar, har eisini arbeitt var við trælist.

 

Í fyrradagin gekk leiðin norður til Beijing, har enn fleiri verk verða gjørd,  World Wood Day 2014 byrjaði 19. mars og endar nú leygardagin 5. apríl.

 

Á myndini er Jógvan S. Biskopstø í fer við at tekna hini listafólkini.