Havnarliðini kunnu liva við javnleikinum

(Frá Rás2) Hoyr Sigfríð S. Clementsen (HB) og Jákup á Borg (B36) taka samanum 2-2 javnleikin í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Sigfríð S. Clementsen, og við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná liðini spældu javnleik 2-2 fyrr í dag.

 

Givið er, at báðir fóru eftir sigrinum, men sum dysturin útviklaði seg kunnu báðir liva við javnleikinum. Báðir kunnu finna ugga í, at teir ikki hava tapt enn í landskappingini, tó hevur HB tvey stig meir enn B36. B36 hinvegin hevur so ikki vunnið enn heldur, men Jákup á Borg staðfestir, at tað er ímóti fýra av toppliðunum frá landskappingini í fjør.

 

Jákup á Borg er fegin um avrikið hjá sínum liði, sum hann heldur stóð seg væl uttan teir stóru profilarnar, sum eru uttanfyri við skaða. Men Jákup velur at fokusera uppá teir, sum eru tøkir.