Havnarliðini dystast um gullið

Tey fýra seinastu árini er FM-gullið endað í høvuðsstaðnum. Hvussu væl HB ella B36 skulu verða við í gullstríðnum í ár, veldst nógv um úrslitið sunnudagin

Fótbóltur

Hóast slagið um høvuðsstaðin altíð er nakað serligt, so tykist støðan vera eyka spent í løtuni. Hóast kappingin enn bara er hálvrunnin, so er oddurin framvegis mest sum púrasta javnur, og tí telur hvørt tað einasta fetið  bæði rætta og skeiva vegin.
Tendensurin millum oddaliðini hevur í ár verið hópur av javnleikum, og tí er týdningarmesti setningurin kanska, at dysturin ikki verður tapur. Hinvegin, so merkja mongu javnleikirnir eisini, at vinningurin við sigrum er sera stórur, og tí kann ein møguligur vinnari hesa ferð gera eitt ordans skarvslop, meðan taparin fyri eina tíð verður settir eftir.
Hjá B36 er talan um sama hóp, sum fyri viku síðani vann 4-1 á ÍF. Enn resta Fróði Benjaminsen og Ingi Højsted afturat, men hóast Fróði er byrjaður at venja aftur, so er enn ikki hugsingur um, at hann fær spælt dyst.
Hjá HB er talan mest sum um sama hóp, sum fekk javnleik í Klaksvík fyri 10 døgum síðani. Undantakið er liðskiparin, Janus M. Joensen, sum fekk reytt kort í Klaksvík.