Havnarkvinna horvin í Nykøbing Falster

Danska løgreglan sóknast eftir 48 ára gomlu havnarkvinnuni, Minnu Dahl Michelsen, sum býr á einum vardum verkstaði í Klosterstræde í Nykøbing Falster. Minna hevur verið horvin í fimm dagar.

Minna Dahl Michelsen er sálarliga illa fyri og hevur autistiskan atburð, og hon tekur heilivág. Løgreglan óttast, at hon ikki hevur tikið heilivág sín seinastu dagarnar, og tí er vilst. Hon hevur ikki verið og heintað heilivág, tá hon skuldi, og við hús stendur tann heilivágur, sum hon átti at hava tikið, órørdur.

Fólk í Nykøbing Falster og har á leið eru biðin um at hyggja í úthús og kjallarar fyri at vita, um tey finna Minnu, sum er 172 cm, prúð, og hevur myrkt hár, sum vanliga er bundið í ein hestahala.

Portal.fo hevur nógvar føroyskar lesarar í Danmark, og tað kann hugsast at Minna setur seg í samband við onkran teirra. Tey mugu tí eisini fylgja boðunum hjá løgregluni, sum biður fólk siga sær frá (tlf 112), um tey síggja Minnu.