Hesi seinastu árini hava fleiri føroyskir fimleikarar gjørt vart við seg av álvara. Og nú er greitt, at 13 ára gamla Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag, verður við á danska junior landsliðnum, sum nú fer til Heimsmeistarakappingina, sum hesa ferð verður í Turkalandi. Tað sigur Havnar Fimleikafelag í tíðindaskrivi í dag.
Venjari hjá Miu er Camelia Mihaela Mindricel, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá amboðsliðnum í Havnar Fimleikafelag hesi seinastu fýra árini. Havnar Fimleikafelag sigur, at kappingin um heimsmeistaraheitið fyri juniorar, verður í Antalya í Turkalandi í døgunum frá 29. mars til 2. apríl.