Havnarfólk streyma oman á sandin

Ein bólkur á umleið 150 hvalir liggur innanfyri Molan í Havnini.

Havnarfólk streyma oman á Sandagerð, nú sýslumaðurin hevur heitt á fólk, um at hjálpa til. Vegirnar oman á Sandagerð eru fullir av bilum, ið royna at sleppa oman á sandin, meðan blá løgregluljós blinka kring Havnina.


Mett verður at bólkurin telur okkurt um 150 hvalir, og liggur hann í løtuni innanfyri Molan og bíðar eftir fólkum á landi.


Ikki kann sigast annað, enn at næsta grindadrápið innan nakrar fáar tímar í Føroyum, tykist at hava tikið havnarfólk á bóli.