Tað hendir nógv í Havn í hesum døgum og nógvar stórar byggiverkætlanir eru í umbúna, ella eru longu komnar nakað ávegis. Miðbýurin verður ikki til at kenna aftur og fyri at nevna nakrar verkætlanir, verður ein nú gjørd í miðbýnum, ætlanin er byggja parkeringshús í mibýnum, risastór íbúðarverkætlan er í umbúna í miðbýnum, har sum bakaríið hjá Frants var og somuleiðis er ætlanin at byggja hotell-íbúðir á Bryggjubakka. Og á Argjum er ætlanin at byggja nýggja kirkju við Sandá
Men tað eru nógv sum halda, at kunningin um øll hesi málini er lítil ella ongin og tí verður kallað saman til borgarafund í annaðkvøld. Fyrireikararnir siga, at býráðið hevur ikki viljað kallað saman til borgarafund og tí gera tey tða
– Tí taka vit, nakrir borgarar úr ymsum grannaløgum í Havn, stig til almennan fund um manglandi nærdemokrati í Tórshavnar kommunu, siga fyrireikararnir.
Á fundinum er eisini ætlanin at endurstovna felagið »Havnarhugni«, sum William Heinesen, og aðrir, stovnaðu í 50’unum.
Fundurin verður í Reinsaríinum klokkan 19 í annaðkvøld og stigtakararnir eru grannarnir niðri við Rættará, við Havnará, á Reyni, Úti í Bø og í Magnus Heinasonargøtu.
´











