Kommunuskatturin í Tórshavnar kommunu lækkar við 0,75 prosentum á nýggjárinum. Hann lækkar úr 19,75 til 19 prosent.
Tað er greitt, nú fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu skal viðgerast á býráðsfundi í kvøld.
Tað er soleiðis, at gamla býráðið situr, til árið er úti. Nýggja býráðið, sum varð valt 8. november, tekur við 1. januar komandi.
– Tað er ikki tað vit ætla, segði Gunvør Balle við in.fo fríggjadagin, tá vit spurdu hana, um tað kom illa við hjá nýggja býráðnum, at skatturin eftir øllum at døma lækkar á nýggjárinum.
Sum einasti flokkurin hevur Tjóðveldi sagt púra greitt, at skatturin skal ikki lækka. Flokkurin vil brúka fleiri pengar, og ætlar beinanvegin at játta 10 milliónir eyka til eldraøkið og aðrar 10 milliónir krónur eyka til barngarðsøkið.
Sjúrður Olsen, sum situr í fíggjarnevndini fyri Fólkaflokkin, men sum ikki varð afturvaldur, segði við in.fo fríggjadagin, at hann vildi innfría vallyftið hjá Fólkaflokkinum beinanvegin. Honum dámar ikki nýggju samgonguna við Tjóðveldi. Hann kallaði nýggju kósina hjá Fólkaflokkinum fyri lyftisbrot, sog um samstarvið við Tjóðveldi segði hann.
–Tað merkir beinanvegin, at nýtslan fer til himmals, at færri pengar verða til íløgur, sum aftur merkir verri umstøður til vinnulívið. Og tað síggja vit longu nú, tá Fólkaflokkurin brýtur lyftið um skattalættan, sigur Sjúrður Olsen.
Hann segði, at sitandi samgonga hevur gjørt av, at skatturin næsta ár skal lækka við 0,75 prosentum niður á 19 prosent.
– Tað fara vit so í øllum førum at gera. Men eg skyldi okkara veljarum at gera eina roynd at lækka skattin enn meira, tí Annika Olsen og Bogi Andreasen hava longu brotið hetta lyftið, segði hann.
Tróndur Sigurðsson segði eisini við in.fo fríggjadagin, at skatturin fór at lækka á nýggjárinum.
– Vit hava lovað, at skatturin skal lækka. Og vit halda tað, sum vit lova, segði hann.
Í gjár hevur fíggjarnevndin havt fund um fíggjarlógina, og Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum, Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum og tey sjey javnaðarumboðini eru samd um, at skatturin á nýggjárinum lækkar 0,75 prosent.
Sum skilst verða eisini aðrar broytingar og umraðfestingar gjørdar, sum ikki eru avtalaðar við nýggju leiðsluna í Tórshavnar býráð.
Fyrra viðgerð av fíggjarætlanin fyri 2017 verður á býráðsfundi í kvøld. Seinna viðgerð verður hóskvøldið í næstu viku. Fíggjarætlanin skal samtykkjast fyri 1. desember. Nýggja býráðið kann gera onkrar umraðfestingar á fíggjarætlanini, men kann ikki broyta skattaprosentið fyrr enn í 2018.