Havnarfólk út at skoyta í næstu viku

Fríggjadagin í næstu viku verður klárt at skoyta á Vaglinum í Havn.

Fríggjadagin í næstu viku verður klárt at skoyta á Vaglinum í Havn.

Skoytibreytin verður í hesum døgum gjørd klár inni í gamla Kommunuskúlagarðinum, har hon verður løgd oman á teir 13 parkeringsbásarnar, sum eru har.

##med2##

– Á skoytubreytini verður sum vant tónleikur at hoyra og kaffi og kakao til keyps í sølunúðnum nærindis, skrivar Tórshavnar kommuna.

Æltandi verður breytin opin frá 15. november í ár til 15. januar næsta ár.

Í vikunu hava teir eisini sett upp frystiannleggið, sum við krana varð heysað úr Tórsgøtu niðan í urtagarðin millum Ráðhúsið og Hotel Tórshavn.

##med3##

Skoytubreytin er opin soleiðis:

Mánadag – Fríggjadag 14 – 22

Leygardag 10 - 22

Sunnudag 14 – 22

##med4##

##med5##