Havnarfólk rinda fyri at onnur liva í sús og dús

Býráðslimir í Havn vóru hvassorðaðir á býráðsfundi í gjárkvøldið

– Eg fari aldrin at góðtaka, at havnarfólk, sum slíta seg upp hvønn einasta dag, skulu rinda fyri onnur

 

Tað staðfesti Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn og fyrrverandi formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð.

 

Kann sigur, at framferðin hjá býráðnum er bæði »langt úti« og  »smakleys«.

 

Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið høvdu býráðslimir eitt drúgt, og stundum hvast, orðaskifti um ætlanina hjá meirilutanum í býráðnum at selja grundstykki í Kollafirði við undirskoti.

 

Tey eru farin undir eina nýggja útstykking í Kollafirði, men nú tey 22 stykkini skulu seljast, ætlar meirilutin at selja tey við stórum undirskoti, ella fyri 470 krónur fyri fermeturin, sum er nógv minni enn hvat Tórshavnar Býráð selur grundstykki í Havn fyri.

 

Hetta loypti rættiligt øði í minnilutan í býráðnum. Tey halda, at hetta er at gera mun á borgarum í kommununi, og tey halda, at tað er beinleiðis ólógligt, at býráðið letur nakrar fáa borgarar í kommununi fáa sersømdir framum aðrar borgarar

 

 

Les eisini: Klaga meirilutan í Tórshavnar Býráð fyri Lógarbrot

 

 

Tey í meirlutanum siga, at hetta er einasti møguleiki fyri yvirhøvur at sleppa av við stykkini í Kollafirði, og tí er tað gagnligur politikkur at lækka prísin og at selja grundstykkini við undirskoti, tí annars er vandi fyri, at kommunan brennur inni við øllum grundstykkinum, og missur sostatt allan peningin.

 

– Hetta er økismenning í kommununi, siga tey í meirilutanum í býráðnum.


Tey vísa til støðuna í Kaldbak, har kommunan hevur selt nøkur stykki, men eisini liggur innibrend við nøkrum stykkjum, tí tað slepst ikki av við tey, tí at tey eru ov dýr.

 

– At selja stykkini í Kaldbak fyri undirprís, hevði verið at gjørt mun á fólki, tí so hava fólk í somu útstykking keypt grundstykki fyri ymiskan prís.

 

Spískastur var Tróndur Sigurðsson og hann heldur, at hetta er tað sama sum at meirilutin sigur, at havnarfólk skulu rinda fyri at onnur kunnu liva í sús og dús, sum hann málbar seg.

 

Hann segði, at hann fór aldrin a góðtaka, at havnarfólk, sum slíta seg upp hvønn einasta dag, skulu rinda fyri onnur, bara tí at meirilutin kallar tað útjaðaramenning.

 

­ Skulu kollafirðingar eisini hava bíligari barnaansing og lægri tænastugjøld á øðrum økjum, eisini, spurdi hann.

 

Hann segði, at tað hevur aldrin verið vanligt, at kommunan hevur selt grundstykki fyri minni tann tað, tey hava kostað at útvega. Og hann skilir væl, at tey, sum hava keypt grundstykki fyri fullan prís í Havn, eru ómetaliga misnøgd, tí tey rinda sama skatt, sum tey í Kollafirði

 

Hann vildi eisini hava at vita um fólk í Havn kundi vænta sær somu sømdir sum tey í Kollafirði, næstu ferð, grundstykki skulu seljast í Havn.

 

Men tað vóru lítil útlit fyri tí, skiltist á býráðslimum í meirilutanum, tí tey vístu á, at tað er ein heilt annar marknaður í Havn, enn tað er í Kollafirði.

 

Bæði Tróndur Sigurðsson og aðrir býráðslimir, heittu á meirilutan um at bíða, og at finna eina heildarloysn fyri allar partar í kommununi á hesum øki, heldur bara at gera eina heilt tilvildarliga loysn fyri Kollafjørð.

 

Hinvegin segði Annika Olsen, borgarstjóri, at tey eru sinnað at gera eina heildarloysn, men tey broyta ikki støðu viðvíkjandi stykkjunum í Kollafirði, og meirilutin samtykti eisini at selja stykkini fyri undirprís.