Tórshavnar Býráð er nú farið í samráð við eldrasamstarvið, Veks, um at leiga ein part av røktarheiminum, Mørkini, í Streymnesi um at leiga nøkur røktarheimspláss til røktarkrevjandi havnarborgarar.
Veks er Eldrasamstarvið ímillum Vestmanna, Eiði, og Kvívík og Sunda Kommunu.
Tórshavnar Býráð arbeiðir við ætlanum um at byggja fleiri eldrabústaðir, men Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini, sigur, at tað verður neyðugt at finna ymsar fyribilsloysnir, til tær varandi loysnirnar eru fingar til vega.
– Ímeðan vit bíða eftir varandi loysnum, eru vit sinna at troyta aðrar møguleikar fyri at nøkta tørvin á eldrabústaøðum til teir havnarborgarar, sum hava tørv á tí, sigur hon.
Og hon sigur, at ein møguleiki, sum nú verður kannaður, er at leiga ein part av røktarheiminum í Streymnesi til røktarkrevjandi havnarborgarar.
– Vit hava ein tørv, sum vit mugu taka støðu til, og vit kunnu ikki latra standa til, til vit hava fingið bygt fleiri røktarheim, sigur forkvinnan í Eldranevndini.
Bergun Kass sigur, at tað ber kanska til at leiga upp ímóti 10 røktarheimspláss á Mørkini, men enn eru tey ikki komin á mál við samráðingunum.
Men tað merkir so aftur, at neyðugt verður at seta fleiri starvsfólk á Mørkini. Men um nakað úrslit spyrst burtur úr hesum samráðingunum, veldst um, hvat tað kostar, men Bergun Kass sigur, at eitt røktarheimspláss kostar einar 600.000 krónur.










