Havnarfólk hava brúk fyri at síggja ein livandi fisk

Tað hava nógv havnarfólk aldrin sæð og ein var enntá í Nólsoy og fleygaði eina sparibússu

 

– Tað eru havnarfólk, sum hava mest brúk fyri at síggja, hvussu verðin sær út uttanfyri Havnina.

 

Kári P. Højgaard, løgtingmaður, var í tí speiska lagnum í Løgtinginum nú ein dagin tey umrøddu uppskotið hjá Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu úr Klaksvík fyri Fólkaflokkin, um at landið skuldi byggja eitt glæsiligt sjósavn í Klaksvík.

 

Uppskotið fekk nokk so lunkaða móttøku, tí at nógv tingfólk vísti á, at vit hava longu eitt sjósavn á Argjum, og samstundis varð víst á, at talan kundi ikki vera um, at tað almenna fór a brúka tíggjutals milliónir upp á eitt sjósavn afturat í Klaksvík, tí tað lá nógv annað á láni.

 

Men so var tað eisini Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, sum helt, at í roynd og veru eru tað havnarfólk, sum hava mest brúk fyri einum sjósavni.Hann sigur, at tey allarflestu í Føroyum, eisini børnini, vita, hvussu ein fiskur sær út, og sum liva í samsvari við náttúruna.

 

– Tað er akkurát í Havnini, at tey hava trupulleikar á hesum øki, tí nógv av teimum hava aldrin sæð ein fisk. Og skal eg vera púra erligur, eru tað havnarfólk, sum hava mest brúk fyri at síggja, hvussu verðin sær út uttanfyri Havnina.

 

Hann fortaldi eisini eina søgu um ein úr Havn, sum var farin út til Nólsoyar at fleyga lunda, og sum fortaldi, at hann hevði fingið eina sparibússu.

 

Hann helt eisini, at tiltakið, sum var í Havn, har tey høvdu dripið neyt og slakta seyð, var fínasta slag, tí tað vísti veruliga lívið, samstundis sum at tað eru umhvørvisverndarfólk, sum spyrja, hví vit skuldu drepa dýr, tá ið kjøt kundi keypast í handlunum.

 

Hann helt líka speiskliga fyri, at hann visti ikki um summi halda, at kjøt veksur í frystiboksum, men hann heldur, at tað eru ikki øll sum skilja, at skulu vit eta kjøt, er tað neyðugt at drepa eitt dýr

 

Og Kári P. Højgaard fór eisini heilt aftur til forna, rómverska søgu og fortaldi tingfólki søguna um senatorin, Cato, sum endaði hvørja einastu røðu í senatinum við orðunum, »annars haldi eg, at Karthago skuldi verðið lagdur í oyði«.

 

Hann helt, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir minti ikki sørt um Cato, tí í hvørji einastu røðu hjá henni er niðurstøðan at »annars haldi eg, at alt skal vera í Klaksvík«