Tað kann ikki koma upp á tal, at Havnar Sjúkrakassi letur Tórshavnar Býráði húsið hjá sjúkrakassanum, mitt í Havnini, fyri undirprís.
Tað staðfestir John Johannessen, landsstýrismaður í Heilsumálum.
Í Sosialinum hetta vikuskiftið kemur fram, at tvídráttur er um, hvat skal gerast við húsið hjá Havnar Sjúkrakassa.
Umboðsráðið skal í næstum taka støðu til málið og eitt uppskot er at lata Tórshavnar Kommunu yvirtaka húsið fyri ein sámuligan prís og gera tað til eitt trivnaðarhús.
Men landsstýrismaðurin staðfestir, at skal Tórshavnar Kommuna ogna sær húsini, skal tað vera fyri marknaðarprís.
Hendir tað, at sjúkrakassin avhendar húsið fyri undirprís, tilskilar Heilsumálaráðið sær rætt til at reisa endurgjaldskrav ímóti teimum, sum hava tikið ta avgerðina.
Sosialurin skrivar, at húsið er virðismett til átta milliónir, men at borgarstjórin í Havn heldur, at ein prísur upp á tvær milliónir er hóskandi, tí húsið er so illa farið.
- Vit hava gjørt eina avtalu við Meginfelag føroyska sjúkrakassa um, at ognirnar hjá sjúkrakasssanum skulu í ein sjúkrakassagrunn og Havnar Sjúkrakassa hevur skyldu at fáa so nógv fyri fyri sínar ognir sum gjørligt, tí talan er um almenna ogn.
Fær Havnar Sjúkrakassi sersømdir, er vandi fyri at øll semjan, og allur sjúkrakassagrunnurin, fær fyri bakka, tí allir sjúkrakassarnir kunnu óivað finna onkrar lokalar verkætlanir, sum tey kundu hugsa sær sær at brúkt sínar ognir til. Og sleppur Havnar Sjúkrakassi at gera tað, fara aðrir sjúkrakassar eisini at krevja sama rætt, sigur John Johannessen.
Eitt sjónarmið er, at tað eru havnarborgarar, sum hava goldið húsið og at tað tískil eigur at fella aftur til havnarfólk.
- Ognirnar hjá sjúkrakassunum skulu í ein sjúkrakassagrunn, sum skal stuðla heilsufremjandi tiltøkum og tað fer sanniliga eisini at koma havnarborgarum til góðar akkurát, sum tað fer at koma øllum øðrum føroyingum til góða, staðfestir Landsstýrismaðurin.
.