Kappróður
Tað, sum ikki eydnaðist á norðoyastevnu, gekk væl og virðiliga upp hjá Havnarbátinum á sundalagsstevnu í Hósvík.
Talan var um fyrsta sigurin hjá avnarbátinum í fýra ár. Ikki síðani í 2004 hevur Havnarbáturin vunnið ein FM róður. Í 2004 vann Havnarbáturin á norðoyastevnu, eystanstevnu og so aftur á ólavsøku, tá ið tað ógvuliga tepurt eydnaðist at vinna FM fyri nøsini á Nólsoyingi.
Havnarbáturin vann so rudduliga í Hósvík. Hann var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ormin, tá ið hesir báðir bátarnir eftir 2000 metra teinin frá Eysturoyarlandinum og yvir á Hósvík fóru um málstrikuna.
Í endaspurtinum royndu teir á Orminum at gera ein vørr, og munurin minkaði eitt sindur, men tað munaði ikki so nógv, tí í miðróðrinum hevði Havnarbáturin vunnið seg næstan tvær bátslongdir framum kappingarneytan.
Fagnaðurin var øgiligur umborð á Havnarbátinum, tá ið tað var greitt, at teir høvdu vunnið, og tað var ikki so undarligt:
Tá ið teir á Havnarbátinum í vikuni eftirmettu róðurin á norðoyastevnu, tá ið Ormurin á 1500 metra málinum var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin, komu teir til, at tað var neyðugt at skifta bátin út. Teir mettu hann at vera ov tungan. Tí leigaðu teir í Havnar Róðrarfelag Klaksvíking, sum annars ikki luttekur í kappróðrinum í ár, og í fyrstu royndini eydnaðist tað at vinna á Orminum.