Seinastu nógvu mánaðirnar hevur ein garður staðið á Vaglinum í Havn, har sum Havnará verður gjørd. Hesin høgi garður hevur fjalt verkætlanina so væl, at fólk ikki síggja arbeiðið, sum fer fram á staðnum.
Nýggja áin gongur frá Sverrisgøtu millum Sparikassabygningin og Telefonverkið oman á Vaglið nakað oman um standmyndina av Rasmus Effersøe.
Har verður rennandi vatn í ánni, sum tó ikki er vantið í ánni, so rennur undir Havnini frá Sjónleikarhúsinum og oman á Kongabrúnna. Tað vatnið er ov illa dálkað.
Vatnið, sum rennur í nýggju ánni verður endurnýtt og pumpað niðanaftur og rennur soleiðis í ring.
Tað er byggifyritøkan J & K Petersen, sum ger arbeiðið fyri Tórshavnar kommunu.
##med2##
##med3##
##med4##














