Havnar Svimjifelag nýggjan høvuðsvenjara

Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Starvið varð lýst leyst í mars og 18 umsøkjarar vóru, tá freistin var farin.

 

Maciek Hampel, ið er 57 ára gamal, hevur master útbúgving í Sports Training frá University of Physical Education í Warszawa. Hann kemur úr starvi sum høvuðsvenjari í Akademicki Zwiazek Sportowy í Lodz í Pólandi.

Maciek hevur meir enn tríati ára royndir sum svimjivenjari, og hansara svimjarar hava m.a. vunnið heiðursmerkir á europeiskum junior og senior meistarastevnum og junior heimsmeistarastevnum.

 

Maciek hevur síðan 1999, stórt sæð uttan steðg, verið tengdur at pólska svimjilandsliðnum; seinast í fjør sum venjari til olympisku leikirnar í Tokyo.

Í sambandi við at FM á langgeil var í Vági herfyri var Maciek heima í Føroyum til setanarsamrøðu. Høvi var m.a. eisini at hyggja at svimjing og at hyggja at umstøðunum hjá svimjifelagnum í Gundadali.