Havnar skúlasøga komin út í bók

Søgan hjá skúlanum í Havn røkkur 450 ár aftur í tíðina. Í stóra verkinum, Tórshavnar Skúlasøga, greiðir Jens Marius Hentze frá um skúlan, og tey fólk, ið hava havt við skúlan at gera

 

Seinasta fríggjadag kom út bókin Tórshavnar Skúlasøga, sum Jens Marius Hentze í Havn hevur skrivað.

Bókin, sum er heilar 526 síður, greiðir við orðum, skjølum og myndum frá teimum korum, sum lærarar og næmingar í havnar skúla hava virkað undir seinastu 450 árini.

Byrjað verður við prestaskúlanum í Kirkjubø, greitt verður frá latínskúlanum í Havn, frá danska skúla, frá almúguskúlanum og realskúlanum. Umframt teir almennu skúlarnar, viðger bókin eisini privatskúlar og kvøld- og musikkskúlan. Eisini verður greitt frá skúlasøguni á Argjum, Hvítanesi, í Hoyvík og í Kaldbak. Í bókini eri eisini lærarayvirlit, sum við tíðargloppum røkkur aftur til umleið 1660.