Havnar Róðrarfelag 80 ár

Havnar Róðrarfelag fyllir 80 ár í ár, og av tí sama verður nógv gjørt burturúr ársveitsluni í ár.
Havnar Róðrarfelag há­tíð­arheldur 80 ára dagin við at halda eina stóra veitslu fyri lim­um felagsins – gomlum sum ungum, aktivum sum pass­ivum, hjálparfólkum, makum og øllum sum á onkran hátt kenna seg knýtt at felagnum.
Ársveitslan verður tann 29. september og farið verður til borðs í hølunum hjá Havnar Róðrarfelag – í bátahøllini. Jákup Weyhe fer at undihalda, meðan Chill spælir til dans aftaná.