Nógv fólk kenna kanska hornorkestrini frá skrúðgongunum ígjøgnum gøturnar, har tey spæla marsjir og tónleik, sum er skjóttgangandi og harður. Men hornorkestrið kann spæla allan tónleik - eisini kirkjutónleik. Tað eru eisini tey, sum halda, at hornorkestrið ongantíð ljóðar so vakurt sum tá ein sálmur verður framførdur.
Havnar Hornorkestur hevur nógvar ferðir fyrr spælt í Vesturkirkjuni til jólakonsertirnar har. Men hetta er fyrstu ferð, at orkestrið skipar fyri eini sjálvstøðugari konsert av hesum slag. Konsertin er í samband við 100 ára hátíðarhaldið hjá orkestrinum. Fleiri konsertir hava verið hildnar í hesum sambandi - felags konsertin saman við Newtongrange Silver Band úr Skotlandi, konsertin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í november mánaða saman við Fuglafjarðar Hornorkestrið og ikki at gloyma sjálv jubileums-konsertin í Norðurlandahúsinum í februar, har heimsgitni trompetleikarin John Wallace var gestur.
Nú hevur so Havnar Hornorkestur sett saman eina skrá av tónleiki til eina kirkjukonsert. Á skránni verður millum annað Hin Heilagi Staðurin, Deep Harmony, Mær er sagt um ein stað??, Påskeklokken kimed mildt (ella Stígum fast) og ein sera áhugaverd útseting av negro spirituals, sum Eric Ball hevur gjørt. Harafturat verða eisini onnur kend stykki á skránni.
Konsertin verður í Vesturkirkjuni hóskvøldið klokkan 20.