? Ongin venjing ella nøkur konsert, sum vit hildu undan ferðini, eydnaðist so væl, sum framførslan á pallinum til sjálva kappingina, sigur Kári Olsen, formaður í Havnar hornorkestur.
Hann greiðir frá, at sjálvandi var okkurt smávegis kiks, sum tað aloftast er, tá tónleikur verður framførdur "live", men tað hevur so ikki verið tað, sum dómararnir hava dømt mest útfrá, heldur Kári. Hann heldur, at kenslurnar, sum orkestrið fekk fram í tónleikinum, hava havt meira at siga í dømingini.
Tað kravda stykkið, sum orkestrini øll framførdu, var eitt skotsk stykki, sum Alan Fernie hevur komponerað. Tað nevndist Airs and Dances, og tað var eyðkendur skotskur tónleikur. Hevði nógvar undirtónar og sekkjapípuljóð og so framvegis. Og hetta er tað, sum komponisturin sjálvur, sum var millum áhoyrarnar, sipaði til eftir, at tað var staðfest, at Havnar hornorkestur hevði vunnið B bólkin.
Kári heldur, at tað er ikki so langt millum skotskan og føroyskan horntónleik, og tað hevur ivaleyst gjørt sítt til, at teimum eydnaðist til fulnar at fáa tann eyðkenda skotska tónleikin fram.
Góð skrá
Orkestrið framførdi tilsamans seks stykki til kappingina. Skráin legði upp til, at tað skuldi vera undirhaldandi, sindur solistiskt og okkurt heimligt eisini.
Og til tað hevði dirigenturin, Ove Olsen valt vakra lagið Eg skar mítt navn, sum Alan Fernie eisini hevði lagt tilrættis fyri hornorkestur. Hetta gjørdist komponisturin sjálvur tó ikki greiður yvir fyrr enn aftaná framførsluna.
Orkestrið fekk dómarametingina aftaná, og sum Kári sjálvur sigur, so vóru næstan bara lovorð í henni, men so okkurt sum teir eisini hildu, at orkestrið kundi havt gjørt øðrvísi.
Til dømis nevndu teir, at tvey av sjálvaldu stykkjunum betur høvdu hóskað til at spælt úti. Men hóast hetta so ivast Kári ikki í, at skráin hevur gjørt sítt til, at teir vunnu kappingina, tí tað, sum tey hoyrdu av hinum framførslunum, so vóru skráirnar hjá teimum heilt øðrvísi enn hjá Havnar Hornorkestri.
? So tað er skil í okkara dirigenti, hann visti, hvat hann gjørdi, tá hann legði skránna, sigur Kári.
Italia bleiv nummar tvey, Írland nummar trý og Eysturríki fekk fjórðaplássið. Kári greiðir frá, at triði satsur í tí kravda stykkinum skuldi spælast í einum sera høgum tempo. Millum 160 og 180, tað vil siga, um trý sløg um sekundið. Havnar hornorkestur royndi at halda seg so nær við 160 sum tilbar fyri at fáa tónleikin betur fram í stykkinum, meðan okkurt av hinum orkestrunum spældi tað í hægri tempo. Hetta heldur Kári av tí sama gjørdi, at tónleikurin ikki kom til sín rætt.
Fløvandi móttøka
Kári letur sera væl at móttøkuni, sum orkestrið fekk, tá tey komu aftu til Havnar hóskvøldið.
? Tað fløvaði veruliga, at GHM breyt teirra venjing av fyri at koma at spæla fyri okkum, og at so mong vóru komin at taka ímóti við borgarstjóranum á odda, sigur Kári Olsen.
Hann greiðir annars frá, at øll ferðin gekk fínt uttan busstúrurin frá Aberdeen til Glasgow.
? Flogtúrurin gekk fínt, og ein fyrsta floks, teldustýrdur Volvo bussur stóð fyri okkum at koyra okkum til Glasgow. Men tá vit høvdu koyrt í einar 25 minuttir steðgaði hesin bussurin upp. Vit fingu at vita, at tað fór at taka einar 40 minuttir at gera hann aftur. Men tá samanumkom funnu teir ikki feilin, og tað endaði við, at vit bíðaðu í hálvan fjórða tíma í oysandi áarføri eftir einum øðrum bussi. Og tað var ein trongur og gamal býbussur við ongum wcið, sum vit so vórðu fraktað til hotellið í. Ein koyritrúrur, sum vardi tríggjar tímar. Men, men vit komu so fram í øllum góðum bara nakað nógv seinni enn ætlað, sigur Kári Olsen, formaður í Havnar Hornorkestri.
Og mestur mundi hesin túrur og bíðingin vera væl og virðiliga gloymd, tá Havnar hornorkestur varð kosið Evropameistari í B bólkinum.