Havnar Fimleikafelag eigur allar allround føroyameistararnar í amboðsfimleiki hjá teimum eldru.
Føroyameistarar í allround vóru hjá monnunum Bogi Berg, mansunglingunum Rani A. Dagsgarð og dreingjunum Hjálmar A. Dalsgarð.
Hjá kvinnunum var tað Lív Bech Árting, kvinnuunglingunum Elsbet Dalbø og gentunum Rebekka Ingadóttir.
Í kappinginin hjá dreingjum vann Hjálmar A. Dalsgarð ein sannførandi sigur, meðan Kristian Knudsen gjørdist nummar tvey og Eyðun Andreasen nummar trý. Allir tríggir eru úr HF.
Hjá mansunglingum vóru einans tríggir luttakarar. Stinnastur av teimum var Rani A. Dalsgarð, sum vann í tættari kapping við Aron Jacobsen. Óli Joensen gjørdist nummar trý. Teir luttaka allir fyri Havnar Fimleikafelag.
Hjá monnum gjørdist Bogi Berg føroyameistari, meðan Høgni Øster gjørdist nummar tvey. Teir vóru tveireinir luttakarar í kappingini.
Hjá gentum vann Rebekka ingadóttir úr HF trygt framman fyri Rakul Wardum eisini úr HF. Tvær gentur gjørdust síðani javnar á triðja plássi, Marý F. Petersen úr Støkk og Vár Rajani Færø úr Ljósinum.
Hjá kvinnuunglinunum vann Elsbet Dalbø úr HF framman fyri Maritu Mortensen úr Ljósinum. Á triðja plássi kom Vár Hansen úr HF.
Hjá kvinnunum vann Lív B. Árting úr Havnar Fimleikafelag, meðan Anita S. Davidsen úr Støkk gjørdist nummar tvey og Eyðvør W. Samuelsen úr Ljósinum gjørdist nummar trý.