Havnar Fimleikafelag bleiv nummar 23 av 27

Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag, sum í gjár luttóku í heimsmeistaraskapinum í estetiskum fimleiki í býnum Lahti í Finnlandi, blivu nummar 23 og av 27 liðum, sum kappaðust.

 

– Genturnar eru væl nøgdar við framførsluna, sum gekk væl. Vit vunnu á fýra liðum, høvdu tó vónað at vunnið fleiri lið, men støðið er sera høgt, sigur Guðrun Guðjónsson, samskipari hjá Havnar Fimleikafelag.

 

Úrslitini í kappingini vórðu kunngjørd samanlagt, tí kann ikki sigast, at hvat haltaði hjá liðunum. Frá Fimleikasambandinum frættist, at hesaferð – og fyri fyrstu ferð, síðani Føroyar fóru at kappast í estetiskum fimleiki í 2005, eydnaðist tað bæði Greve og Team Emblu úr danmark at fara fram um Føroyar. Støðið verður hægri og hægri. Japan og Suðurafrika vóru við á fyrsta sinni,og var tað Japan, sum kom best frá kappingini og verður uttan iva eitt land, sum skjótt kemur at gera seg galdandi millum tey ovastu plássini.

 

Finalan verður í dag, og kappingin er hørð ímillum Rusland, Finland og Bulgaria.

 

Finalan verður streamað á hesari slóðini: http://areena.yle.fi/tv