Trýpartasamráðingar
Tað er nú alt, sum bendir á, at royndirnar at fáa avtalu ímillum Arbeiðsgevarafelagið, fakfeløg og landsstýrið um lønarsteðg, er skotnar langt undir kav.
Fyrst boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at tað er ein treyt, atøll fakfeløgini standa saman um ætlanina.
Men Starvsmannafelgið hevur longu boðað frá, at tað verður undir ongum umstøðum við.
Og nú er eisini greitt, at tað er ikki so frægt sum at arbeiðarafeløgini eru samd um ætlanina.
Eitt av teimum stóru arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðskvinnufelag, vendir eisini tummulin niðureftir.
? Vit fara ikki at gera nakra avtalu um lønarsteðg afturfyri at skattir og avgjøld skulu lækka, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í felagnum.
Tað var Havnar Arbeiðsmannafelag, sum skeyt upp at arbeiðsgevarar og fakfeløg fóru undir samráðingar við landsstýrið um at halda kostnaðarstøðinum í samfelagnum niðri fyri at bøta um kappingarførið.
Tað skuldi gerast við, at fakfeløgini bjóðaðu sær til at halda aftur í lønarkrøvum, men afturfyri skuldi landsstýrið binda seg til at lækka skattir og avgjøld.
Rætt og slætt tvætl
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag kallar tað rætt og slætt tvætl at tosa um trýpartasamráðingar.
Nevndin í felagnum er sannførd um, at skattapolitikkur og lønarpolitikkur skulu ikki tvinnast saman.
? Halda vit, at tað rætta løtan er at halda aftur í lønarkrøvum, gera vit tað, uttan at hugsa um skattapolitikk.
Annars heldur Vígdis Johannesen, at hetta er ikki rætta løtan at tosa um skattalætta.
? Tað verður sagt, at landið er í kreppu og at peningur manglar í. Tað er ikki rætta løtan at tosa um skattalætta, tí so kemur enn meiri at mangla í. Og tað verða í hvussu so ikki tey lágløntu, sum fara at fáa nakað burturúr tí.
Hon skilir heldur ikki uppáhaldið um, at bara lønarlagið lækkar, fer tað at skapa eina rúgvu av arbeiðsplássum.
? Hvør kann vísa á tað? Fyriliggur nøkur ætlan? Hvar vera hesi arbeiðsplássini og hvussu nógv vera tey?. Tað er ongin førir fyri at siga, sigur Vígdis Johannesen.
? Annars hava vit als onga ávirkan á, hvat vørur og tænastur kosta og tað er eisini ein orsøk til, at vit als ikki taka undir við tosinum um lønarafturhald.
Í gjár skuldi fundur vera ímillum arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini um trýpartasamráðingar.
Havnar Arbeiðskvinnufelag ætlaði sær við á fund. men felagið fór ikki á fund fyri at taka lut í einum kjaki um trýpartasamráðingar.
? Vit fóru einans á fund fyri at gera okkara meining púra greiða. Og hon er, at vit vera ikki við í nøkrum trýpartasamráðingum, har lønarlag og skattapolitikkur verða tvinnað saman, sigur hon
? Tað undrar eisini hana, at seinast samráðingar vóru, var alt arbeiðsfólkið í einum drúgvum verkfalli fyri at fáa nøkur heilt fá oyru afturat. Men blekkið á nýggja sáttmálanum varikki meiri enn tornað, so verður boðað frá, at nú er rætta løtan komin at tosa um lønarsteðg. Tað er meingsleyst, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
? Tað er rætt og slætt tvætl at tosa um lønarsteðg afturfyri at skattir og avgjøld skulu lækka og eg haldi, at tað er meiri enn merkiligt, at slíkt er til viðgera í eini javnaðarstjórn, sigur Vìgdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.