Havnar Arbeiðskvinnufelag 70 ár

16. februar fylti Havnar Arbeiðskvinnufelag 70 ár. Í hesum sambandi hevur felagið fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu. Eisini var ein áhugaverd framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Havnar Arbeiðskvinnufelag - soleiðis byrjaði tað. Tann sekstanda februar 1936 komu nakrar kvinnur í Tórshavn saman <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$fyri at royna at fáa eitt arbei:skvinnufelag í lag, sum tikið verður til í fyrstu gerðabókini hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Havnar Arbeiðskvinnufelag varð sostatt stovnað hendan dagin, og bakstøðið fyri hesi hending vóru uttan iva tey sera truplu samfelagsviðurskiftini við vinnuloysi og dýrtíð. 1936 var eitt hitt vánaligasta árið í øldini, so tørvurin á skipaðum viðurskiftum fyri kvinnuligar løntakarar var sera stórur.
 
Á fundinum tann 16. februar 1936 varð vald nevnd at gera uppskot til felagslóg. Í hesa ta fyrstu nevndina vórðu valdar Thora Poulsen, formaður, Christiane Rundvall, Svanhild Dam, Olivia Højgaard, Gerda Hansen, Ingrid Mortensen og Johanne Poulsen. Nevndin arbeiddi bæði skjótt og væl, og longu tann 16. mars sama ár varð lógaruppskotið einmælt samtykt.
 
Endamál felagsins var: ..<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$við felagsskapi millum arbeiðskvinnur at gera tær sjálvar førar fyri í semju og samanhaldi at røkja síni felags viðurskifti sum t.d. skipan av arbeiðsítð og arbeiðsløn og í øllum lutum royna at fremja <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$arbeiðskvinnurørsluna. 
 
Dagin eftir varð fyrsti regluligi nevndarfundurin hildin, og uppskot til sáttmála við Havnar Arbeiðsgevarafelag varð orðað og viðgjørt. Sáttmálauppskotið varð fyrst lagt fyri ein vanligan limafund. Síðan varð uppskotið sent Havnar Arbeiðsgevarafelag, sum bað um tíð til at umhugsa støðuna. Tann 2. juli sama ár boðaði Havnar Arbeiðsgevarafelag frá, at felagið hevði viðurkent Havnar Arbeiðskvinnufelag, og at felagið varð sinnað at taka upp samráðingar um <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$for at tilvejebringe de bedst mulige arbejdsforhold.. Arbeiðsgevararnir boðaðu samstundis frá, at teir ikki mettu búskaparligu støðuna at vera hóskandi til lønarhækkingar.

                    Tann 17. februar 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og nevndin gjørdi í apríl sama ár av, at farast skuldi undir lønarsamráðingar við arbeiðgevararnar. Kravið var, at tímalønin skuldi hækka úr 30 oyrum upp í 45 loyru um tíman. Annars vóru krøvini tey somu, sum vórðu samtykt í mars árið fyri. Hesi krøv vóru eitt nú 50% fyri yvirtíð, og skuldi arbeiðstíðin verða millum kl. 7 á morgni og kl. 18 á kvøldi. Fyri fiskavask var kravið 1,50 kr. fyri hvørjar 100 av stórum fiski, 1,00 kr. fyri millumfisk og 0,70 kr. fyri smáfisk.
 
Striltið gekk at fáa Havnar Arbeiðsgevarafelag til samráðingarborðið, men tann 22. juni 1937 varð so fyrsti formligi samráðingarfundurin millum feløgini bæði hildin í húsum Havnar Arbeiðsmannafelags. Arbeiðsgevararnir vóru ikki sinnaðir at ganga krøvunum á møti, og samráðingar vóru síðani av og á til út á várið 1938, tá ið Havnar Arbeiðskvinnufelag fyrstu ferð hótti við verkfalli. Tann 7. juni hetta ár lýsti Havnar Arbeiðskvinnufelag verkfall, samstundis sum nevndin vendi sær til semingsmannin Gunnar Dahl Olsen og heitti á hann um at royna seming partanna millum. Semingin gekk væl, og longu sama kvøld var fyrsti sáttmálin millum Havnar Arbeiðskvinnufelag  og Havnar Arbeiðsgevarafelag undirritaður. 
 
Við hesum fyrsta sáttmála varð tímalønin hækkað úr 30 oyrum upp í 40 oyru. Hartil fingu kvinnur, sum landaðu saltfisk 45 oyru um tíman so leingi arbeitt varð uttandura. Arbeiðstíðin, sum sambært siðvenju hevði verið ellivu tímar, varð ásett at vera tíggju tímar. Yvirtíðarløn 50% varð roknað frá kl. 18, um arbeitt var uttandura. Varð arbeitt inni í turkihúsi, var yvirtíð ikki roknað fyrr enn eftir kl. 19. Millum kl. 19 og 21 var yvirtíðarlønin 25%, og eftir kl. 21 varð yvirtíðarlønin 50% av vanligu tímalønini, ið sum nevnt nú varð 40 oyru fyri innandura arbeiðið og 45 oyru fyri uttandura arbeiði. Eisini fyri fiskavasking hækkaði lønin. Fyri hvørjar 100 av stórum fiski varð gjaldið 160 oyru, fyri millumfisk 110 oyru, og fyri smáfisk varð latið ávikavist 50 og 55 oyru fyri kg. alt eftir støddini. Nýtast skuldi kontrabók, har alt keyp varð skrivað. Gerast skuldi upp minst einaferð um mánaðin og átti arbeiðskvinnan tá pening til góðar, skuldi ágóðin rindast viðkomandi kontant beinanvegin.
 
Soleiðis endaði fyrsta skeiðið í stríðnum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri betri korum við einum sáttmála, ið var eitt stórt framstig á øllum økjum fyri limir felagsins.
 
Í nevndini í Havnar Arbeiðskvinnufelag sita: Vigdis Johannesen, forkvinna, Oda Dalfoss, næstforkvinna, Anne-Lisa Davidsen, skrivari, Nina Dahl, nevndarlimur, og Evida Jane Bruce, nevndarlimur