Á nógvum havnaløgum kring landið liggur nógv og rekst, sum lítið og einki virði hevur. Her kundi nógv verið burturbeint. Soleiðis er eisini Úti í Støð á Sandi.
Á havnalagnum standa fleiri bingjur, soleiðis sum myndin omanfyri vísir. Hetta er í sær sjálvum ikki nøkur skandala, um bingjurnar eru í standi og verða brúktar til okkurt.
Men, tá tað er gamal jarn, gamal virkisútbúnaður ella leivdir av gomlum bingjum og kampingvongnum kann hetta síggja eitt sindur keðiligt út.
Tá er nógv, sum hevur staðið leingi og sum kann burturbeinast, uttan at nakar saknar tað.
Nú vil Sands kommuna hava økið á havnalagnum ruddað og skipað. Kommunan ynskir, at økið skal síggja eitt sindur nossligari og ruddiligari út.
- Vit heita á borgarar og fyritøkur, sum hava lutir ella órudd á havnaøkinum, um at beina hetta burtur av økinum skjótast gjørligt og í seinast lagi hin 1. mars 2023.
Í Sands kommunu siga tey, at lutir og órudd, sum ikki eru burtur av økinum innan hin 1. mars 2023, verða burturbeind fyri eigarans rokning og ábyrgd.