Havnalagið í Nólsoy verður útbygt

Nólsoyingar hava í mong ár droymt um eina tryggari og betri havn til sínar bátar og til Rituna, sum er lívæðrin hjá bygdini.
<DPTAB>    - Arbeiðið, sum nú verður gjørt, fer at kosta stívliga 4,5 milj. krónur, sigur René Hansen, bygdarráðslimur

Havnabygging

Nólsoy: Tá ið Sosialurin vitjaði í Nólsoy hóskvøldið, vóru stórir lastbilar, gravkúgv og ein brøyt í holt við at fylla, koyra og slætta grót í samband við eina útbygging, sum í hesum døgum fer fram á havnalagnum í Nólsoy.
Grótið verður sprongt úr Skálanum, sunnanfyri bygdina, haðani tað verður koyrt oman á pierin og stoytt í havið.
Útbyggingin snýr seg í fyrsta lagi um leingjan av verandi pieri vestureftir við umleið 80 metrum.
Higartil er ein lág "brúgv" komin undan vatnskorpuni, nakrar metrar vestur úr grótkastinum.

Gamal dreymur

Nólsoyingar hava í mong ár droymt um eina tryggari og betri havn til sínar bátar, tí sum er, liggja bátarnir ikki tryggir á sjónum um veturin, tá ið lágættarbrim er, ella tá ið útnyrðingurin liggur beint inn í "gloppið" millum gamla molan og pierendan.
Tað er heldur ikki altíð so tespiligt hjá teimum, sum skulu við Rituni á vetrardegi, tí mangan oysur sjógvur tvørtur um brimgarðin. Ert tú óheppin, og ein skvampur rakar teg, fært tú karm oman ella niðaneftir molanum.
René Hansen, sum situr í bygdarráðnum í Nólsoy, sigur, at kommunan ætlar at arbeiða fyri stívliga 4,5 milj. krónur í hesum árinum.
- Tað, sum nú verður gjørt, er ein liður í eini samlaðari útbyggingarætlan, sum kommunan hevur. Næsta stigið verður at leggja eitt grótkast út úr Kirkjutanganum og suður ímóti grótkastinum, sum nú verður lagt út.
Hann heldur, at nólsoyingar fara at hava eina góða og trygga havn, tá ið útbyggingin er liðug.

Lívæðrin

Tað er byggifelagið, RTS á Skálafjørðinum, sum hevur arbeiðið um hendi at leingja verandi grótkast vestureftir.
- Enn er ikki avgjørt, hvør kemur at leggja grótkastið út úr Kirkjutanganum, sum verður næsta stigið, sigur René Hansen.
Jógvan Thomsen, sum er bygdarráðsformaður í Nólsoy, hevur áður í Sosialinum lagt dent á, at havnalagið er lívæðrin hjá eini bygd sum Nólsoy, bæði hvat viðvíkur útróðrarvinnuni, men ikki minst samferðsluni, sum hevur so alstóran týdning fyri trivnaðin á eini útoyggj.