- Okkara ynski er, at alt, sum verður avskipað í Fuglafirði, fer um bryggjukantin - og ikki á trailarum. At avskipa eftir vegnum gevur nógva tunga ferðslu gjøgnum vakra miðbýin.
Tað segði Magnus Midjord, formaður í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu, tá In.fo skifti orð við hann fyri eini tíð síðan.
Vinnunevndarformaðurin legði aftrat, at Fuglafjarðar havn eisini missur inntøkur av vørugjaldi, tá avskipingin fer eftir vegnum og ikki um bryggjukantin.
Nú vit í vikuni vitjaðu aftur í Fuglafirði, vóru menn við at leggja seinastu hond á nýggju útbyggingina av Fuglafjarðar havn. Hamarin er stoyptur, og eftir er at fylla nakað út og planera havnaøkið.
Arbeitt hevur verið við at leingja Pelagos-bryggjuna við 60 metrum inn eftir, soleiðis at Fuglafjørður nú kemur at hava 240 metrar bryggjukant við djúphavn.
Haraftrat koma teir umleið 22 metrarnir út eftir innara enda á djúphavnini og kanturin framvið sjálvum endanum, har Havsbrún ætlandi fer at byggja stóra goymsluhøll.
Útbyggingin av Fuglafjarðar havn skapar grundarlag fyri einari rættiligari bingjuhavn við nýggjum bryggjukanti og góðum upplandi, har pláss verður fyri fleiri bingjum á bryggjuni í senn.